Nú eru 1962 harur skotnar hetta haruárið. Tað vísir yvirlitið hjá Eyðfinni Magnussen sum rekur síðuna haran.fo.
Sigast skal, at talið bert er ein ábending, tí neyvan eru allir túrarnir skrásettir enn.
Besti hagin er Botnar í Funningi, har 135 harur eru skotnar. Har fingu teir í dag 14 harur við trimum byrsum.
Tær 1962 harurnar sum eru skrásettar vórðu skotnar á 150 ymiskum túrum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo