KFUM – Skótarnir í Føroyum: Nú byrjar skótaárið aftur. Leygardagin 28.august kl 10:00 hava øll møguleika at royna at vera skóti í ein dag.
Hetta tiltak er runt um í landinum hjá KFUM skótabólkunum.
Hetta gevur øllum sum hava áhuga at royna skótalívið, at koma til ein dag, har øll kunnu sleppa at vera skóti í ein dag.
Í dag eru 450 KFUM skótar í Føroyum. KFUM-skótarnir í Føroyum hava ein skótadepil á Selatrað og hava nógv virksemi runt um í landinum hvørja viku. Eisini er stórt skeið/leguvirksemi er alt árið.
Vit bjóða øllum til SKÓTI Í EIN DAG leygardagin 28.august kl 10:00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo