Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Skótahjálpin: So er tað í dag, at Skótahjálpin byrjar, og komandi vikuna fara skótar kring alt landið at ganga hurð til hurð at ganga fólki til handa aftur fyri nøkur oyru til vælgerandi endamál.

Eins og vanligt stuðlar Skótahjálpin tveimum verkætlanum – einari útlendskari og einari føroyskari.

Útlendska verkætlanin hesaferð er skúlaverkætlanin í James Village í Liberia, sum Mirjam felagsskapurin stendur fyri.

James Village er fjarskotin bygd, og nærmasti skúlin er fimm kilometrar burturi gjøgnum tættan frumskóg. Í James Village eru um 40 børn, ið hava tørv á skúlagongd, og ætlanin hjá Mirjam felagsskapinum er at fáa ein lærara til bygdina, sum kann undirvísa børnunum.

Eisini er ætlanin, at verkætlanin skal tryggja børnunum skúlabøkur, skúlaklæðir og eina máltíð um dagin, soleiðis at tey hava neyðugu fortreytirnar fyri at læra.

Føroyska verkætlanin hesaferð er ein verkætlan hjá Beranum at framleiða ein animatiónsfilm, sum skal brúkast til dagliga arbeiðið.

Berin er felagsskapur í Føroyum, hvørs endamál er at veita fakkønan stuðul og hjálp til børn og ung, sum hava mist ella sum hava álvarsama sjúk systkin ella foreldur. Eisini hjálpir Berin foreldrum, ið hava mist børn.

Animatiónsfilmurin, sum Berin skal framleiða, skal brúkast til bólkaundirvísing og einstaklingasamrøður, og eisini skal hann brúkast sum undirvísingartilfar, tá Berin hevur framløgur á skúlum og stovnum.

Filmurin verður framleiddur saman við ungum, sum áður hava luttikið í Beranum, og støði verður tikið í teirra egnu sorgarreaktiónum.

Stutt um Skótahjálpina
Skótahjálpin er ein hjálparverkætlan hjá Føroya Skótaráð, sum hevur sum høvuðsendamál at “børn hjálpa børnum”.

Í eina viku ganga føroyskir skótar hurð til hurð, har teir bjóða seg fram at gera fyrifallandi arbeiði aftur fyri samsýning, sum skal latast til verkætlanirnar.

Ein triðingur verður latin til útlendska verkætlan, ein triðingur til føroyska verkætlan, meðan seinasti triðingurin fer í grunn, sum Skótahjálpin umsitir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo