Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Grindamannafelagið: Aftur í ár fekk Grindamannafelagið (GMF) tann heiður at skera upp ein grindahval á Sjómannadegnum í Klaksvík.

Talan varð um ein 12 skinn fisk frá grindini í Gøtu tann 5. juli sum bleiv niður frystur eftir skiftið, og síðani tiðnaður upp aftur í einum kølihúsið, til høvið.

Hvalurin kom til økið við einum gaffil trukki, og hetta vakti stóran ans og áhuga ímillum serliga børn og ung. Tey vildu sleppa at nerta við og síggja ein “ordiligan” hval.

Tá hvalurin var komin at liggja trygt, skipaði GMF fyri uppskering av hvalinum. Nevndin og limir í felagnum skóru upp, ímeðan formaðurin í GMF greiddi frá á enskum hvat gekk fyri seg, og um hvalaveiðu í Føroyum.

Umleið 100 fólk fylgdu við, og ein stórur partur av hesum vóru áhugaðir útlendskir gestir, ið róstu tiltakinum aftaná. Tvøst bleiv samstundis grillað í tjaldinum við síðuna av har skorið bleiv upp.

Fleiri myndir eru á síðuni hjá Grindamannafelagnum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo