Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í 1929 keypti Kjølbro trímastraðu skonnartina Immaculee Conception úr Saint Malo í Fraklandi og nevndi hana Polo. Hon var smíðað í 1921 í Binic í Fraklandi og var 208 tons. Komin til Føroya fekk hon motor, 120 hesta tuxham.

Símun Poulsen, Símun hjá Póli, úr Svínoy var skipari á skonnartini øll árini, hon var til fiskiskap, 1930-51. Bestimaður hansara, Edvard Jacobsen úr Svínoy, var flaggskipari, tá ið teir vóru í Grønlandi. Edvard hevði longdina, sum var krav, skuldi mynstrast sum skipari til Grønlands.

Í mong ár áttu Kjølbro og Símun hjá Póli skonnartina helvt um helvt, men í 1951 keypti pf. J.F. Kjølbro helvtina hjá Símuni, so at felagið átti hana einsamalla. Eftir hetta varð Polo umbygd til farmafar og fór at sigla við byggitilfari til Klaksvíkar Timburhandil úr Danmark, Svøríki og Noregi. Úr Føroyum flutti Polo serliga fiskaúrdráttir, eitt nú sildatunnur.

Jógvan Páll Fjallsbak sigldi farmasigling við Polo tíggjuáraskeiðið, 1954-1964, meginpartin av tíðini sum skipari.

Í 1967 varð Polo seld havnarmonnum. Sama summarið hendi okkurt við umstýringini, tí Polo fór við ferð inn á Eystaruvág í Havn og tók í botn. Jens Chr. Svabo setti enda á hana, og meðan Polo bakkaði við skrúvuni, eydnaðist at toga hana av aftur.

Farmasiglingini kom kortini ikki so nógv burturúr, tí longu 12. oktober 1968 varð skonnartin søkt millum Stong og Eystnes. Hon varð strikað úr skipaskránni 22. september 1970.

Myndin frá Fjallheim sýnir fiskifarið Polo við bryggju í Klaksvík. Myndin frá Tjóðsavninum sýnir farmaskipið Polo strandað á Eystaruvág í Havn.

Óli Olsen skrivaði og sendi okkum hetta søguliga yvirlitið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo