Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tann 14. september 1946 var eitt temað í SvF sum spurdi næmingar, um hvør hesin dagurin var. Tey flestu vistu ikki, og onkur helt, at tað mundi vera týsdagur!

Stendur tað veruliga so illa til við almennari vitan hjá skúlanæmingum, ella var hetta ”smart klipping” hjá SvF?

Tann dagin í 1946 (og dagarnar eftir) hendi eitt løgið fyribrigdi her á landi, har ein fráboðað og fult lóglig fólkaatkvøða varð staðfest og góðkend (eisini uttanlands), sum síðan av umboðum fyri tann tapandi partin, t.e. minnilutanum við hjálp frá m.a. limum av donsku stjórnini og danakongi fingu hesa fólkaatkvøðu ógildaða!

Henda løgna hendingin hevði neyvan farið fram aðrastaðni í heiminum uttan ógvusligar avleiðingar fyri hesar persónar sum tvørt ímóti vilja fólksins vendu sær til eina fremmanda tjóð at fáa styrk at kúga fólkaviljan – eg dugi illa at meta hesar persónar sum annað enn landasvíkjarar! Hesir høvdu aðrastaðni fingið … – ja, - hugsa tær avleiðingarnar sjálv/ur.

Eitt sum eftirfylgjandi er grátuligt ella láturligt alt eftir, hvussu ein sær sakina, er, hvussu føroyingar hava viðgjørt henda spurningin, nevniliga fyri flestu viðkomandi: ein larmandi tøgn!

Sum loysingarmaður havi eg ongantíð lagt lok yvir hesa skarnsgerð fyri mínum børnum; hinvegin havi eg heldur ikki hildið nakrar fyrilestrar fyri teimum um málið – tað skulu tey sjálvi gera sær metingar um.

Men tað allarminsta vit kunnu krevja er at skúlin viðgerð eitt slíkt álvarsmál í søguligum høpi. Ein kann vera fyri ella ímóti, men at hetta als ikki verður umrøtt, uttan av onkrum hissini lærara/skilafólki av sínum eintingum, er átaluvert.

Vit eru ikki so nógv sum upplivdu fólkaatkvøðuna og sum enn eru á lívi. Men hví valdar henda tøgnin? Er tað skommin yvir tað, ávísir forfedrar okkara gjørdu? (Á jú – eg átti onkran av hesum í míni ætt). Flestu teirra sum vóru í brennideplinum tá, eru farnir foldum frá, men teirra gerðum og avleiðingum eru vit ikki sloppin undan.

Havi hug at gera nakrar hugleiðingar um politisku flokkarnar sum hvør í sínum lagið vóru uppi í fólkaatkvøðuni 14. september 1946:

Sambandsflokkurin mann vera tann sum hevur verið mest støðufastur av øllum: Sum fólkatingsmaður teirra Effersøe segði: ”Vi færinger føle os ganske som danskere at være!” og hevur flokkurin við sínum - ”Vit orka onki, kunnu einki, tora einki”, gjørt lítið og einki! Hinvegin hevur hesin flokkur verið við seinni at fremja fleiri yvirtøkur enn t.d. Fólkaflokkurin.

Fólkaflokkurin, sum misti á stokkinum táið ástóð! Jánkasliga viðgerðin undan (og eftir) atkvøðugreiðsluna, nakað soleiðis: Um tit vilja hava loysing men ikki tora at atkvøða, so skrivið ”nei” á atkvøðuna. Formaðurin, løgfrøðingur, visti at hesar atkvøðurnar fóru at verða ógildaðar! Tey sum síðan hava atkvøtt fyri Fólkaflokkinum ”tí foreldur míni gjørdu tað” kundu eins væl tveitt atkvøðurnar í ruskleypin. Hesin flokkur hevur síðan 1946 ligið tvørur fyri í so gott sum øllum frælsis-spurningum. Har verður helst eingin bati fyrrenn afturhaldsnissurnar í flokkinum (flestu norðaneftir, ein vestaneftir) verða útihýstar av veljarunum!

Sjálvstýrisflokkurin, sum einki vildi hava við Jóannes Patursson at gera um hetta mundið, hevur síðan roynt at flúgva við einum veingi, og tað flogið ber ikki! Bjarnatænastan flokkurin gjørdi sær sjálvum við seinasta val, var at fáa eitt tvørball av Tvøroyri valdan, og tað mann fara at koma aftur um brekkur.

Javnaðarflokkurin sum í 1946 og mong ár frammeftir átti ein av hesum landasvíkjarunum, sum vendi sær uttanlands at fáa hjálp at knúska sínar landsmenn, mann vera svartasti sambandsflokkur her á landi nakrantíð! Og sjálvt um fyrrverandi løgmaður og formaður í tí flokkinum vissaði okkum undrandi lurtarum, at Javnaðarflokkurin er ein samRÌKJAflokkur, men elegant snúði sær frá teirri sannroynd, at fyri at gera samríkis-avtalur, mugu minst tvey ríki vera við í avtalunum. Hann átti at vita, at Føroyar eru (enn) ikki eitt ríki!

Fyri at venda aftur til spurningin omanfyri: Vit fingu at vita í KvF í vikuni at okkara skúlasøkjandi ungdómur visti antin lítið ella alls einki um hesa fyri okkara tjóð avgerandi løtu.

Tað má krevjast at Fólkaatkvøðan verður tikin upp í søguligum høpi hjá okkara fólkaskúla.

Eyðbjørn av Kamarinum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo