Tað verður nógv lagt fyri í royndunum at fáa lykilin til Hvítu Húsini.
Tað nýggjasta er, at fyrrverandi forsetin Donald Trump, sum ætlar sær framat aftur tá valið verður í novembur, hevur 'lanserað' einar nýggjar skógvar, gyltir á liti og prýddir við amerikanska flagginum og einum stórum T. Teir kunnu keypast fyri 399 dollarar, sum er umleið 2.700 krónur. Skógvarnir kunnu keypast á eini heimasíðu, har eisini ber til at keypa luktilsi Victory47, sum sipar til, at Donald Trump verður forseti nummar 47, verður hann valdur, skrivar AP.
Sjálvur sigur Donald Trump, at tað er fyri at fáa fatur á ungu veljarunum, at hann soleiðis gongur nýggjar leiðir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo