Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Áhugafelagið Livilig kor átalar staðiliga og góðtekur á ongan hátt ummælið frá Skógfriðingarnevndini til Yvirfriðingarnevndina viðvíkjandi viðarlundini á Tvøroyri.

Meðan tit báðir, Jóhann Mortensen, formaður í Skógfriðingarnevndini, og Jón Kragesteen, nevndarlimur, rópa sum úlvar á nátt um at verja grønu virðini í høvuðsstaðnum, so er ongin umsorgan fyri grønu virðunum sunnanfjørðs.

Vit skulu minna tykkum á, at Skógfriðingarnevndin er sett sambært løgtingslóg nr. 53 frá 27. november 1952 um viðarlundir at hava eftirlit við friðaðum viðarlundum.

Viðarlundin niðanfyri Tvøroyrar kirkju er friðað viðarlund og sostatt hevur Skógfriðingarnevndin skyldu at verja hana.

Men í svari til Yvirfriðingarmyndugleikan, ið við tilvísing til náttúrufriðingarlógina § 2, stk. 6, jf. stk. 5, og stk. 2, nr. 2 um frástøðu frá viðarlundum vísir á, at ætlaða útbyggingin hjá Varðanum Pelagic er staðsett minni enn 300 metrar frá friðaðu viðarlundini, meta tit ikki, at ætlaða verkætlanin í serligan mun fer at hava neiliga ávirkan á skógfriðaða økið kring Tvøroyrar kirkju.

Kunnu tit báðir gera so væl og greiða okkum frá, hví eingin kirkja skal byggjast við Sandá og hví fólk skulu sleppa at svimja og dyppa í reinum sjógvi í Havn, meðan tit ikki meta, at ætlaða verkætlanin hjá Varðanum Pelagic um at byggja eina fiskamjøl- og lýsiverksmiðju innan fyri 300 metrar av friðaðu viðarlundini í serligan mun fer at hava neiliga ávirkan á skógfriðaða økið kring Tvøroyrar kirkju?

Hvat er hent hjá Jóhann Mortensen síðani 2014, tá hann í tíðindagrein tann 8. apríl segði um viðarlundir í Suðuroy:

“Tað er at fegnast um, at fleiri kommunur hava hug at gera viðarlundir. Tær skapa hugna og trivnað og í flestu støðum leita nógv fólk til viðarlundir at njóta serliga friðin, vøkstur og fuglalív.

Bara spell, at fíggjarliga orkan ikki er til, at skógfriðingarmyndugleikin kann gera meira við at stuðla við runnum, trøum og aðrari hjálp, sigur Jóhann Mortensen, formaður í Skógfriðingarnevndini.”

Víðari vísir Jóhann Mortensen í greinini á, at tað er “ítøkiligur áhugi fyri eini munagóðari gróðurseting kring nýggja fótbóltsvøllin við Stórá og at hetta skal fyrst og fremst bøta um lívdina, og soleiðis við tíðini kunna økja munandi um møguleikarnar fyri uttandura trivnaði gjøgnum alt árið.”

Heldur Jóhann Mortensen, at fólk undir Heygnum ella fólk, sum koma at vitja á Tvøroyri fara at fáa uttandura trivnað í viðarlundini undir liðini á fiskamjøl- og lýsiverksmiðjuni?

Við nýggju útbyggingini kemur økt skipaferðsla og við hesum meira dálking. Sum ídnaðurin veksur í miðbýnum, vaksa amparnir við áleið somu ferð. Og havast skal í huga, at roykurin frá skorsteininum kann blása beint á viðarlundina, meðan eitt snykut lag av fiskafeitti leggur seg omaná trøini.

Ætlaða staðseting av fiskamjøl- og lýsiverksmiðju kemur at hava eina røð av neiligum avleiðingum við sær og yvirskipað kann uttan iva staðfestast, at útbyggingin við 60 metur høgum skorsteini og 20 metur høgum tangum, sum eru 13 metur í diametur hvør, avgjørt “fer at misprýða í landslagnum” og “minka um útsýnið hjá fólki”; atlit, ið Jóhann Mortensen, Jón Kragesteen og hini í nevndini, Sigga Rasmussen, Dánjal Petur Højgaard og Maria G. Hansen, skulu taka við í sínum ummæli sambært náttúruverndarlógini § 2., stk. 5.

Ætlaða útbyggingin hjá Varðanum Pelagic ávirkar ikki bert almenna útsýnið og innsýnið á Tvøroyri. Hon fer at umskapa alt tað hugnaliga útrykkið við fjøru, bústaðarøki, kirkjuni og grønu viðarlundini til eitt kalt ídnaðarøki.

Áhugafelagið Livilig kor vil hava at vita, hvørjar faktuellar grundgevingar tit byggja tykkara svar á, tá ið tit ikki meta, at ætlaða verkætlanin hjá Varðanum Pelagic í serligan mun fer at hava neiliga ávirkan á skógfriðaða økið kring Tvøroyrar kirkju.

Við náttúrukvøðu
Áhugafelagið Livilig kor

       

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo