Seinni í ár skal millum annað FBI geva eina frágreiðing um tað tey har vita um yvirjarðligar verur.
Sambært CNN skulu fregnartænastan og verjumálaráðið áðrenn 180 dagar leggja fram frágreiðingina, sum tó fer at hava møguleikar at krógva summar viðkvæmar upplýsingar í notum.
Tey sum hava áhuga í tí yvirjarðliga fara millum annað at kunna lesa um hendingar sum amerikanski herflotin hevur skrásett. Millum annað um tríggjar hendingar í 2004 og 2015, tá flogskiparar á jaðaraflogførum sóu okkurt flúgvandi, sum ikki bar til at eyðmerkja, og sum flutti seg yvirnátúrliga skjótt.
USA hevur áður arbeitt við at kanna og skriva frágreiðingar um tað sama. Tað arbeiðið byrjaði í 2007, men í 2012 løgdu tey lok á, tí Pentagon helt, at pengarnir vóru betri brúktir aðrastaðni.
Í 2017 segði Louis Elizondo, sum stóð á odda fyri arbeiðnum, at hann helt, at tað eru góðar orsøkir at halda, at yvirjarðligar verur eru okkara millum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo