Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Heilsuverkið boðaði í farnu viku frá, at tað bert er ein bíðilisti til barna- og ungdómspsykiatriina, og at bíðitíðin nú er 24 mánaðir.

Land og kommunur, saman við okkum øllum, mugu nú taka hesa avbjóðing í størsta álvara. Øll, ið tørva hjálp, hava rætt til skjóta hjálp, sum heildarætlanin frá 2018 um sálarliga heilsu í Føroyum gjørdi vart við. Men hví verður heildarætlanin ikki tikin í størri álvara og til fulnar sett í verk?

Hvat merkir bráðfeingis?
Hóast øll eru samd um, at bíðilistin til barna- og ungdómspsykiatriina skal vera rættvísur, so er ilt at gera upp, hvat er bráðfeingis. Tí eitt pláss á bíðilista til hjálp um 24 mánaðir kann seta varandi mein í barnasinnini og harvið ávirka alla familjuna og nærumhvørvið.

Hóast Heilsuverkið viðurkennir, at bíðitíðin setur foreldur undir trýst, so vil depilsleiðari í familjudeplinum í Heilsuverkinum vera við, at bara heilt, heilt fá børn og ung á bíðilistanum eru í bráðfeingisstøðu.

Hagtøl úr heildarætlanini frá 2018 avdúkaðu, at alt fleiri ung, sum eru millum 15 og 24 ár, fáa heilivág fyri tunglyndi. Umframt hetta vísti Almannaverkið á sálarligar líðingar, sum størstu orsøkina til óarbeiðsføri hjá ungum føroyingum. Sernám vísti á, at ein vaksandi bólkur av børnum og ungum megna ikki skúlan vegna sálarligar avbjóðingar, aloftast angist. Somuleiðis varð víst á skrásetingar hjá heilsufrøðingum, at umleið fjórði hvør næmingur í fólkaskúlanum livir við trupulleikum ella avbjóðingum, ið kundu ávirka teirra sálarligu heilsu.

Heildarætlanin vísti eisini, at enn eru áhaldandi avbjóðingarnar við støðugt vaksandi ávísingum til barna- og ungdómspsykiatriina. Á bíðilistanum standa í dag 281 børn og ung. Higartil í ár hava tey fingið 311 ávísingar.

Við hesi gongdini verða, við tølum úr Degi og viku, við árslok 470 børn ávíst bara í 2023.

Ikki allur mistrivnaður hoyrir heima í psykiatriini    
Avbjóðingin við bíðilistanum eigur at verða loystur á bráðfeingis grundarlagi, har vit samstundis hyggja eftir, hvussu okkara skipanir eru settar saman, og hvussu vit í alt størri mun kunnu fyribyrgja mistrivnað. Øll, ið hava tørv á psykiatriskari viðgerð, hava rætt til hana og eiga ikki at bíða. Tó eru tað ikki allar avbjóðingar, ið eru psykiatriskar, og eiga hesar tí at verða loystar á annan hátt.

Tá ið ein so stórur partur av okkara børnum og ungum verða ávíst til psykiatriina, er neyðugt at hyggja eftir samfelagsligum og bygnaðarligum skeivleikum. Tað eigur til dømis ikki at vera neyðugt við einari psykiatriskari diagnosu fyri at fáa hjálp, tá ið eitt barn mistrívist í skúla, á dagstovni, heima ella á annan hátt.

Hendan hjálpin má kunna gevast og verða tøk uttan útgreinan og diagnosu.

Hetta samsvarar eisini við framsøknu málini og tey seks átøkini, sum arbeiðsbólkurin í 2018 setti fram í heildarætlanina fyri sálarliga heilsu í Føroyum. Heildarætlanin vísur eitt nú á, at tað bæði er ein samfelagsligur og fíggjarligur fyrimunur at gera íløgur so tíðliga sum gjørligt í mennandi og fyribyrgjandi skipanir fyri børn og ung. Samstundis kann tað bæði vera skaðiligt og fíggjarliga óskynsamt, um bíðað verður ov leingi við at veita nøktandi hjálp.

Góð sálarheilsa er ein avgerandi fyritreyt fyri menning og læring hjá børnum og ungum, fyri útbúgving og seinni at fáa fótafestið á arbeiðsmarknaðinum. Tí er týdningarmikið, at vit gera nakað munagott fyri at lyfta sálarligu heilsuna hjá børnum og ungum, sum ikki trívast.

Trupult er tó at fáa eygað á breiða, stóra og álvarsama ynski hjá arbeiðsbólkinum í samfelagnum í dag.

Vit mugu øll standa saman um trupulleikarnar á psykiatriska økinum
Grein 7 í brekrættindasáttmálanum um børn, ið bera brek, sigur, at Føroyar skulu taka øll neyðug stig fyri at tryggja, at børn, ið bera brek, til fulnar kunnu njóta øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi javnbjóðis øðrum børnum. Í øllum atgerðum, sum víkja at børnum, ið bera brek, skal tað „barnsins besta” vera hitt fremsta atlitið.

Yvirlýsingin í vár frá MEGD og øllum 24 limafeløgunum gjørdi harumframt vart við, at tað enn „eru viðurskifti og umstøður í Føroyum, ið beinleiðis og áhaldandi føra við sær, at rættindi hjá fleiri børnum og ungum, ið bera brek, ikki verða vird.”

Bíðilistarnir til barna- og ungdómspsykiatriina eru eitt ítøkilig dømi um hetta. Yvirlýsingin vísir eisini grundleggjandi tørvin á at hoyra og taka viðkomandi áhugafeløg upp á ráð, soleiðis at ítøkiligar avbjóðingar og virðiligar og munagóðar loysnir kunnu finnast. Tí sagt verður, at skjót hjálp er dupult hjálp.

Sinnisbati og MEGD

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo