„Hitt føroyska skjaldraveldið“ hevur nú í fleiri mánaðir skjaldrast um samfelagið mitt í hesi krónutíð.
Ólavssøkan verður einki undantak.
Nú boðar Hitt føroyska skjaldraveldið til skjaldrating í Steinprenti í hølunum hjá Østrøm, har framsýningin „Litbrá“ hongur hetta til 8. august.
Íðan fer skjaldratingið eisini at geva litbráini veggjunum í Østrøm ein skarpan gang.
Her fært tú samfelagið at síggja í speispegli málsins…í gaman og álvara…í øllum sínum mótsettu brigdum av ljósi og skugga…av skeivum og óskeivum… ljótum og óljótum.
Skjaldratingið verður sett klokkan 15.00 ólavsøkudag.
Øll eru vælkomin.
Atgongd er ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo