Tjóðskjalasavnið: Á hvørjum ári verður Skjalasavnsdagur hildin í øllum Norðurlondum annan leygardag í november. Endamálið við degnum er at kunna um arbeiðið hjá skjalasøvnunum, siga frá leikluti teirra sum mentanarstovnar umframt at vísa, hvørja nyttu einstaklingar og samfelag kunnu fáa burtur úr søvnunum.
Fyri at taka atlit at koronuásetingunum, verður Skjalasavnsdagurin í ár bert hildin í talgildum líki.
Hetta er øðrvísi enn vant, tí vit plaga at hava opið hús, har almenningurin sleppur inn at síggja høvuðsgoymsluna, sum annars vanliga er stongd fyri øllum øðrum enn starvsfólkum á Tjóðskjalasavninum. Harumframt plaga vit at skipa fyri einum fyrilestri, ið tekur støði í evninum í teimum skjølunum, sum vit vísa fram á degnum.
Tað góða við talgilda leistinum er, at skjalasavnsdagurin ikki verður bundin av tíð ella staði, og øll kunnu vera við, tá tey vilja. Eitt annað gott við talgildingini er eisini, at mann kann lurta aftur og aftur.
Í ár eru 75 ár liðin, síðan seinni heimsbardagi hæsaði av. Føroyar vóru hersettar í fimm ár av Stóra Bretlandi. Kríggið hevði stóra ávirkan á lív føroyinga bæði í gaman og álvara. Tískil er ársins tema bretska hersetingin 1940-1945.
Vit hava heitt á søgufrøðingin, Jon Hansen, at hava ein fyrilestur um, hvussu hersetingin her á landi varð útbygd. Í sambandi við fyrilesturin hava vit lagt myndir av skjølum og fotomyndir frá krígnum afturat videofíluni.
Her ber til ta lurta og hyggja
Fyrsti ”Arkivernes Dag” varð hildin í Svøríki í 1998 tá nærum 35.000 fólk vitjaðu tey 350 søvnini, ið høvdu ”opið hús” henda dagin.
Danir tóku hugskotið til sín, og í 1999 skipaðu donsku lokalsøvnini fyri degnum, men frá 2001 hava almennu søvnini eisini verið við. Sama ár komu Noreg og Ísland við, og í 2002 Finland.
Í Føroyum hevur Arkivernes Dag verið táttur í virkseminum hjá Tjóðskjalasavninum síðani 2003, sostatt er tað 18. Ferð, at vit skipa fyri Skjalasavnsdegnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo