Í dag fingu teir í skipsatstøðaraflokkinum á Sjónámi prógv. Útbúgvingin til skipsatstøðara er altjóða góðkend og tekur 6 mánaðir.
Fyri at mynstra á dekkinum á einum handilsskipi, skal ein hava staðið skipsatstøðaraútbúgving.
Føroyar hava atlimaskap í IMO og hava tikið við øllum sáttmálum, sum IMO hevur staðið fyri. Ein av hesum sáttmálum er STCW, sum m.a. eisini ásetir innihaldið í skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingini, lýsir innihaldið í skipsatstøðaraútbúgvingini.
Tær 20 vikurnar á Sjónámi fevna um bæði bókligar og verkligar lærugreinar. Tað bókliga er 40% av útbúgvingini er bóklig og fevnir um m.a. arbeiði við sjókorti, støðuleika í skipum og hav- og umhvørvi. Tann verkligi parturin er 60% av útbúgvingini og fevnir m.a. um smiðjulæru, viðlíkahald og arbeiðstrygd.
Afturat koma ymisk skeið: trygdarskeið, bátaføraraskeið, eldsløkking og roykkaving, reinføriskeið, radioskeið, verndaransni og skeið í viðgerð við vandamiklum evnum.
Gestarøðari við hátíðarhaldið í dag var Ólavur Hansen, skipari hjá Skansa Offshore. Hann byrjaði sína starvsleið við skipsatstøðaraútbúgving fyri 25 árum síðan, og hann segði m.a. í taluni, at tað eru mangir føroyingar, sum eru byrjaðir við skipsatstøðaraútbúgvingini og umborð í einum fiskiskipi, og tað hevur víst seg, at hendan byrjanin er sera hent og eitt ógvuliga haldgott grundstøði fyri einari góðari starvleið á sjónum.
Nýggjur flokkur byrjar mánadagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo