Í 12. øld kom smádrongur til Kirkjubøar úr Noregi at vaksa upp hjá Róa Biskupi. Heimafturkomin gjørdist hann kongur og ognaðist skip. Vit tosa um Sverra Sigurðsson, Noregs kong árini 1177-1202. Hann var í mangari orrustu og vann sigrar.
Hesa tíðina var ófriðarligt í Noregi – stundum beinleiðis borgarakríggj. Smákongar, jallar og høvdingar bardust um valdið. Sum umstøðurnar vóru tá, var umráðandi hjá stríðandi pørtunum at hava stóran herflota.
Kendasta langskip Sverra var Mariusúðin, uppkallað eftir Mariu moy. Farið var smíðað í Niðarósa (Tróndheimi) veturin 1182-83. Rúmini millum bekkirnar vóru 32, og við árarnar sótu ikki færri enn 64 mans og róðu.
Søgan sigur, at Mariusúðin gav seg í skoytunum, tá ið hon fór av bakkastokki. Hetta hongur saman á tann hátt, at kongur var burturstaddur eina tíð, og tá ið hann kom aftur, vóru níggju borðumfør smíðað. Hann helt drekan vera ov stuttan og bað skipasmiðirnar leingja hann – skoyta 12 alin uppí miðskips.
Smiðirnir vóru ímóti hesum, tí at leingingin fór at misprýða skipið umframt gera tað veikari. Kongur lurtaði ikki, og úrslitið varð, at skoytini brakaðu illa, tá ið herskipið fór á sjógvin. Sagt verður, at Mariusúðin var ikki vakurt skip – skutarnir hóskaðu ikki saman við trivaliga miðskipið.
Annað langskip Sverra, Ognarbrandurin, var eisini smíðað í Niðarósa. Hetta var í 1199. Rúmini vóru 30 og árarnar 60. Onnur før vóru eisini í flota hansara, eitt nú Hjálpin.
Magnus Erlingsson var kongur í Noregi, tá ið fremmandi maðurin úr Føroyum kom við kravi um kongsvald. Burtur úr spurdist stórur sjóbardagi í 1184 úti fyri Fimreite á Vesturlandinum. Við monnum sínum sigraði Sverri á Magnusi og herliði hansara. Føroyingurin Sverri var hereftir kongur yvir øllum Noregi.
Eftir miklu orrustuna fór Sverri til kongssæti sítt í Bergen. Mariusúðina setti hann upp á land, á Hólman, og legði tekju útyvir. Drekin fór ongantíð á sjógvin aftur, hóast ófriðurin helt á við somu megi.
Óli Olsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo