Vinnuháskúlin: Avtala er nú gjørd millum Navigare Shipping og Vinnuháskúlan um, at skipini hjá Navigare Shipping framyvir kunnnu vera starvsvenjingarstað hjá aspirantum á Vinnuháskúlanum.
Áður hevur Vinnuháskúlin góðkent Smyril Line, Skansi Offshore, Thor, Bakkafrost, Strandferðsluna/Smyril, VØRN/Brymil, Havstovuna/Jákup Sverra og TORM sum útbúgvingarstað fyri aspirantar á sjónum og MEST, KSS, KJ Hydraulikk og SEV sum starvsvenjingarstað hjá maskinmeistaraaspirantum á landi.
Við avtaluni við Navigare Shipping legst afturat møguleiki hjá aspirantlesandi at fáa dygdargóða siglingstíð.
Aspirantkunngerðin bleiv lýst í 2015, og gevur hon teim lesandi á Vinnuháskúlanum millum annað møguleika at fáa siglingstíð til fyrsta vinnubrævið, undir lesnaðinum, eins og kent er frá útlondum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo