Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning nr. 52-055/2022 frá Árna Skaale, løgtingsmanni, um, hvussu Føroyabanki royndist í 2022

Spurningar:
1. Hvussu royndist skipanin, tá hugsað verður um fleksibilitet og gagnnýtslu av samlaða talinum av tillutaðum døgum í teimum trimum bólkunum, sum fingu loyvi at veiða á Føroyabanka?

2. Hvørjir bátar, greinað á bólkar, veiddu á Føroyabanka í 2022?

3. Hvussu stórt var veiðivirðið hjá hvørjum einstøkum bólki sær?

4. Hvussu er miðalvirðið pr. veiðudag hjá hvørjum bólki sær?

Svar:
Til spurning 1

Tíðaravmarkaða serskipanin fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2022 bar í sær, at línuskip í bólki 3 og útróðrarbátar 15-110 tons í bólki 4 fingu egnar fiskidagar - átta dagar hvør.

Útróðrarbátarnir undir 15 tons í bólki 5 fingu 30 felagsdagar.

Samanlagt vórðu 176 fiskidagar útskrivaðir til línuskip í bólki 3. Av hesum brúktu tey samanlagt 168 fiskidagar. 48 fiskidagar vórðu avhendir millum línuskipini í bólki 3.

Samlaða talið av fiskidøgum, tillutaðir útróðrarbátum 15-110 tons, var 176. Av hesum vórðu 163 dagar brúktir. 56 dagar vórðu avhendir millum bátar í bólki 4.

Útróðrarbátar undir 15 tons høvdu 30 felags fiskidagar á Føroyabanka í 2022. Teir brúktu allar fiskidagarnar.

Til spurning 2, 3 og 4
Í talvunum 1, 2 og 3 er yvirlit yvir øll fiskifør, ið vóru til fiskiskap á Føroyabanka í 2022. Talvurnar vísa eisini avreiðingarvirðið og miðalvirðið pr. veiðidag.

Viðmerkjast skal, at tølini fyri avreidda nøgd og avreiðingarvirði hjá bólki 3 eru ikki endalig.

Onkur avreiðing hjá frystilínuskipi er ikki seld enn, og tí er nøgd og avreiðingavirði heldur ikki skrásett.

##med2##
##med3##
##med4##

Eg kann leggja afturat, at skipanin á Føroyabanka í 2022 verður eftirmett, áðrenn endalig støða verður tikin til, hvat verður gjørt í 2023.

Dennis Holm
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo