Uttanríkismálaráðharrin í Ísrael, Eli Cohen, sigur at skip sleppa at føra neyðhjálp til Gaza gjøgnum ein havkorridor frá Kýpros.
- Tað kann byrja beinanvegin, segði Cohen við útvarpsstøðina 103 FM í Tel Aviv tá ið hann varð spurdur um korridorin skrivar norska Dagbladet.
Kýpros tosaði um havkorridorin longu í novembur. Neyðhjálpin til Gaza skal gjøgnum eitt trygdarefirlit á havnini í Larnaka áðrenn hon verður førd víðari til Gaza.
Verður uppskotið samtykt verður tað fyrstu ferð at Ísrael ger broyting í sjóvegis stongslinum av Gazageiranum síðani 2007 tá ið Hamas kom til valdið í palestinska innlendisøkinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo