Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Hóast aldurin var høgur, vardi tað meg ikki, at skilamaðurin og skyldmaðurin, Palli Gregoriussen, so brádliga varð tikin frá okkum. Hetta bert fáar dagar eftir, at ein annar av okkara stóru arkitektum og listarmonnum, Gunnar Hoydal, ið somuleiðis var ein skyldmaður Palla og undirritaða, segði farvæl og takk fyri seg.

Kann ikki reypa av at hava kent Palla serliga leingi, men havi kortini síðani ungum árum vitað, at hann og pápi mín vóru trímenningar.

Tað var tó ikki sum skyldmenn, at vit báðir komu at kennast. Høvið var, tá hann gav út bókina um prestagarðarnar fyri bert fáum árum síðani, at leiðir okkara møttust. Eg fór niðan í Norðurlandahúsið til framløguna av hesum valaverki, ið hann hevði lagt úr hondum, og sum var eitt framhald av eini aðrari valaútgávu, nevniliga teirri um gomlu trækirkjurnar í Føroyum.

Her møtti eg hesum víðskygda og dámliga manni við stóra áhuganum fyri øllum tí gamla og føroyska, sum hann helt, at vit áttu at vera errin av og trúgv ímóti, tá ráddi um bæði varðveiting og tí, sum vit annars fóru undir at byggja.

Í bókini um prestagarðarnar er gamli presta- og próvstagarðurin á Nesi sjálvandi umrøddur, og her kom prát okkara at snúgva seg um, hvat gerast kundi har afturat øllum tí, sum longu er gjørt. Hóast farin væl um tey áttati, var Palli beinanvegin til dystin fús at gera eitt uppskot til, hvat staðið kundi mennast til, og heldur ikki hesi uppgávuni lá hann oman á serliga leingi. Skjótt var hann klárur við einum uppskoti, ið tó ikki er komið víðari enn, men sum vónandi fær bein at ganga á, tá tann tíðin er búgvin. 

Má viðganga, at eg gjørdist ógvuliga hugtikin av hesum manni, sum hóast komin so nógv til árs, kortini vísti eitt ótrúligt árræði og hugflog til fara undir nýggjar og ókendar uppgávur.

Palli er sjálvandi best kendur fyri sína byggilist og hevur lagt eina ørgrynnu av prýðiligum bygningsverkum eftir seg her á landi. Tann partin fara tað ivaleyst at vera fleiri um at lýsa, men hesin lítillætni og merkisverdi maðurin hevði gávur á so nógvum øðrum økjum eisini.

Hann hevur bæði teknað og málað eina ørgrynnu av listarerkum, ið lítið og einki hava við byggilist at gera, men sum fyrst og fremst vísa hansara stóra víðskygni sum menniskjað. Og so var hann so ómetaliga væl lisin og kønur í bæði føroyskari søgu og heimssøguni, eins og hann var tjóðskaparsinnaður sum fáur, uttan tó at vera prangandi á tí økinum. Hann var bara errin av at vera føroyingur og helt, at vit áttu at taka fulla ábyrgd av okkara egna samfelagi.

Harafturat var Palli eitt ótrúliga heitt og gott menniskjað, sum vildi øllum tað besta. Familjukærur var han sum fáur, og hóast viknaður í seinastuni, so hevði hann altíð yvirskot til at sláa upp á tráðin og spyrja, hvussu gekst, og annars taka eitt prát um tað, sum fyrifórst í samfelagnum. Tað eru tí bert fáar vikur síðani, at vit báðir tosaðu saman.

Góði Palli, tú verður saknaður av øllum okkum, ið kendu teg og fingu so nógv gott frá tær og tí, sum tú lat úr hondum. Bæði sum arkitektur, listarmaður og ikki minst sum menniskjað. Størstur verður tó saknurin hjá tær Anne Marie og tykkum børnum og barnabørnum.

Friður veri við minninum um mentamannin og merkismannin, J. P. Gregoriussen, sum legði so nógv gott og virðismikið eftir seg.

Kári Mikkelsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo