So verða vit enn einaferð biðin um at taka støðu til gjald á vegunum ella í undirsjóartunnlum.
Eg havi ilt við at skilja hetta tosið.
Einaferð varð gjørdur ein tunnil til Vágar, seinni ein til Norðoyar. Kostnaðurin var "øgiligur" Nýtarar á hesum skuldu gjalda so og so nógv fyri at fíggja hesar yvir so og so nógv ár. So far, so good! Kortini vóru tað ikki bert hesi oyggjafólk, ið máttu gjalda
Seinni er tað vorðið meiri náttúrligt at gera vegir undir sjónum-í botninum-.
Byrjað varð við vágatunnlinum, eitt ómøguligt projekt, men vit gjørdust so undrandi, at farið varð síðan undir Norðoyatunnilin, og við kendu teknisku amboðunum v.m., so er hetta nú ein lutvíst løtt uppgáva, men kostnaðarmikil.
Skal tunnilsgjaldið hækka fyri at fíggja íløguna, so vita vit, at tey, ið búgva hinumegin tunnilin mugu gjalda nógv meiri. Meðan eg, sum ferðist tvær ferðir um árið í mun til tey, ið mugu ferðast dagliga, merki ikki hækkingina!
Hvat gera vit so?
Málið er einfalt: Vit gera eina samlaða kostnaðarætlan, hvussu nógv kostar vanliga viðlíkhaldið av vegum og tunnlum. Hvussu nógv er neyðugt og náttúrligt at hækka veggjaldið? Restina fíggjar landskassin!
Vegakervið er ein samlað tænastuveiting til okkum øll. Við okkara gjøldum til landskassan gjalda vit øll eftir førimuni til allar veitingar. so hví er vegakervið eitt undantak?
Gævi tingfólk tóku seg saman og hugsaðu um samfelagið, heldur enn at savna seg um rós ella last til eitthvørt sitandi landsstýri!
Eyðun Mohr Viderø
24.10.2021
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo