Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Heilsumálaráðið: Margit Stóra, landsstýriskvinna, hevur verið á fundi saman við norðurlendsku heilsu- og almannamálaráðharrunum. Á fundinum umrøddu ráðharrarnir m.a., hvussu skíggjanýtsla ávirkar heilsuna hjá børnum og ungum, umframt málið um at tryggja atgongd til antibiotika.

Á fundinum varð kunnað um, at kanningar vísa, at skíggjanýtsla kann hava við sær eina røð av neiligum avleiðingum fyri børn og ung. Nógva skíggjanýtslan hevur við sær, at minni tíð verður til ítrív, skúlating, at sova og røra seg. Samstundis sum skíggjanýtslan er økt, er sálarligi mistrivnaðurin millum børn og ung í Norðurlondum øktur. Heilsu- og almannamálaráðharrarnir eru samdir um, at neyðugt er at samstarva um átøk at minka um skaðiligu avleiðingarnar av skíggjanýtslu. Hetta kann t.d. verða gjørt við lóggávu, betri talgildum tilfari og øktum fríðtíðartilboðum til børn og ung. Harumframt er tørvur á meiri gransking um skíggjavanar og avleiðingar av hesum hjá børnum og ungum.

- Eg eri ótrúliga glað fyri, at skíggjanýtsla hjá børnum og ungum nú er komin á politisku dagsskránna í Norðurlondum. Skíggjar eru komnir fyri at vera. Avbjóðingin hjá okkum er nú at avmarka neiligu avleiðingarnar av ov nógvari skíggjanýtslu, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.

Á fundinum umrøddu heilsu- og almannamálaráðharrarnir somuleiðis atkomu til antibiotika, og hvussu hesin heilivágur kann nýtast á skilabesta hátt. Málið er á politisku dagsskránni, tí atgongd til antibiotika er avgerandi fyri viðgerðarmøguleikar og harvið heilsuna hjá bæði menniskjum og djórum. Ov nógv og skeiv antibiotikanýtsla kann hava við sær mótstøðuføri móti antibiotika. WHO hevur skýrt antibiotika mótstøðuføri sum ein av teimum 10 størstu heilsuvandunum mótvegis fólkaheilsuni.

Ráðharrarnir eru samdir um, at tørvur er á at styrkja norðurlendska samstarvið, tá tað snýr seg um antibiotika. Samstarvið skal m.a. snúgva seg um bæði at útvega antibiotika, gransking og kunning til bæði heilsustarvsfólk og almenning um skilagóða antibiotikanýtslu.

- Á fundinum kunnaði eg um, at í føroyska heilsuverkinum eru nógvir útlendskir avloysarar. Tí er tað týdningarmikið fyri okkum, um vit í Norðurlondum kunnu hava felags vegleiðingar um antibiotikanýtslu. Hetta fer at verða til gagns fyri sjúklingarnar í øllum Norðurlondum, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo