Arbeiðið at skifta graslíkið á fótbóltsvøllinum í Sarpugerði í Norðragøtu er byrjað.
Byrjað var í morgun at taka 9 ára gamla graslíki av. Arbeiði hevur gingið væl, og verður liðugt í dag.
Í komandi viku verður byrjað at leggja nýggja graslíki á. Graslíkið er av merkinum DOMO.
Vøllurin í Sarpugerði er fyrsti stóri fótbóltsvøllur í Føroyum við umhvørvis vinarligu Cork Natura fyllu.
Tað er Føroya Møblasøla sum umboðar DOMO Sportsgras í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo