Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: - Arbeiðslívið er so stórur partur av lívinum, at skemt eigur eisini at vera við har. Skemt og kæti skulu ikki skiljast frá arbeiðslívinum.

Tað heldur Karen-Marie Lillelund, sum skal halda fyrilestur á Leiðaradegnum 25. januar.

At flenna á arbeiðisplássinum er ikki lik við at alt er tað bera fjas og fjant
Karen-Marie Lillelund heldur, at tað verður flent ov lítið á nógvum arbeiðsplássum.

Í sínum fyrilestrum, sum fáa bæði arbeiðsmannin og stjóran at flenna, samstundis sum teir geva meining, lýsir hon, hvønn týdning skemt hevur fyri trivnaðin á einum arbeiðsplássi.

Skemt á arbeiðsplássinum er smyrjioljan, sum fær alt at ganga lættari í einum strongdum gerandisdegi.

- Eingin ivast í, at á arbeiðsplássum, har fólk trívast, verða bestu úrslitini rokkin. Og ein leiðsla kann við at loyva kæti, gera fyritøkuna til eitt arbeiðpláss við trivnaði, uttan at alt verður fjas og fjant, sigur Karen-Marie Lillelund.

- Vit brúka yvir sjey tímar um dagin á arbeiðsplássinum, so tað er næstan spilt tíð, um eitt sindur av kæti ikki eisini er uppí.

Karen-Marie Lillelund er tvær ferðir vald, sum besti fyrilestrahaldari í Danmark.

Leiðardagurin verður á Hotel Føroyum 25. januar. Synergi skipar fyri leiðaradegnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo