Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á Giljanesi í Sandavági er eitt heldur margháttligt skelti komið at standa. Skeltið er helst eitt marknaðarskelti, ið er ætlað at leiðbeina okkum at nú verður farið um eitt mark. Tað løgna við hesum skeltið er, at vit fáa ikki at vita hvat mark farið verður um.

Har er bert tekstur á aðrari síðuni. Kanska tað er ætlað sum eitt eygnariv, ein “eye-catcher”, sum skal fáa bilførarar at hyggja upp frá telefonskíggjanum eina løtu. Í øllumføri so sæst í eitt blankt gult skelti uttan áskrift standa fram við vegnum.

Felagskommunan fyri Sandavág, Miðvág og Vatnsoyrar hevur einans 16 ár á baki. Men kanska tað eru tey ið hava trupult at sættast við hesa samanløgdu kommunu, og kundu hugsað sær at fara aftur til støðuna sum var.

Á leiðbeiningarskeltinum stendur bert “Miðvágur”, eins og tað ger á tí eina listanum til býráðsvalið í Vága Kommunu. Ein listi bert við miðvingum, bert fyri..!

Tað eru tveir listar til býráðsvalið. Ein felagslisti og ein miðvágslisti. Er tað veruliga neyðugt at polarisera seg so ógvusliga í eini kommunu í menning?

Hetta er eitt ódámligt rák. Er sundurlyndi so stórt í kommununi?

Er tá nøkur vón fyri eini samanlagdari kommunu fyri alla oynna?

Um Miðvágur byrjar eftir at fari er um Giljanes, skuldi ein trú at Miðvágur eisini endaði tá komi var á Giljanes. Harvið skuldi verið upplagt at nevnt hvør bygdin er, ið byrjar har Miðvágur endar. Tað skuldi staði á hinari síðuni – har stendur kortini einki!

Tað skuldi verið logikkur fyri likkur – men ikki Landsverk!

Tað er Landsverk ið varðar av allari skelting framvið landsvegnum. Tí er fyrispurningur sendur Landsverki; hvat er meiningin við hesum skeltið?

Tað finst neyvan eitt greitt svar. Tí rekur spurningurin enn móti rákinum innanskers á høvuðskontórinum hjá Landsverki.

Markið millum bygdirnar er frá aralds tíð, uttan at neyðugt hevur verið at skelta við tíð. Nú fáar dagar undan valinum gjørdist neyðin ovstór og skeltið mátti upp. Skeltið ið einans stílar til Miðvágsbygd. Er ikki ein onnur bygd har?
Eggjar Landsverk upp til stríð undan kommunuvalinum í Vága Kommunu. Er hetta at roknað sum ein valplakat?

Er hetta skeltið uttan kunning eins og “Borðið uttan skugga”.

“So um tú heldur, at júst tú sleppur undan,
so er tað tí tú ikki kennur okkum væl,
tí alt tú skapar, skulu vit traðka undir
borðið uttan skugga.”

- Ónevndur
          

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo