KVF: Tølini, sum landsstýrið legði fram á tíðindafundinum í fyrrapartin, vóru skeiv. Russisk skip hava ongantíð um- og uppskipað 400.000 tons í føroyskum sjógvi, og russiska virksemið er ikki økt, síðani kríggið brast á.
Á Vørn kennast tey ikki við tølini, sum landsstýrið legði fram á tíðindafundi fyrrapartin. Vørn er stovnurin, sum hevur eftirlit við øllum fiskivinnuvirksemi í føroyskum sjóøki. Fleiri ferðir á tíðindafundinum á Viðareiði fyrrapartin nevndi løgmaður talið 400.000 tons, tá hann skuldi lýsa vaksandi, russiska virksemið í føroyskum sjóøki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo