Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá Kringvarpið tosar við embætisfólk í Fíggjarmálaráðnum um viðurskifti hjá námsfrøðingum, tykist tað mær vera skeiva adressu.

Embætisfólk starvast í verandi fíggjarkørmum eftir ávísum mannagongdum, sáttmálum og reglum.

Trupulleikin og viðurskifti á dagstovnaøkinum eru politisk.

Nú eru boð eftir nýggjum politiskum hugsjónum um hvussu  umsorganarstørv skulu lønast.

Tað eru alt ov stórir munir millum hesi størv og onnur størv. Vit síggja í løtuni ørkymlandi sendingar úr Danmark, har tað vísir seg, at ein mánaðarløn, eitt nú hjá námsfrøðingi, er minni enn ein dagsløn hjá einum vaktlækna.

Uttan at koma meira inn á, at eg eisini søknist betri, dagført og nøktandi býti millum sjúkrarøktarfrøði og lækna, eitt nú, vakttoymi mannað við báðum, kunnu vit verða samd um, at henda lønargjógv ikki hevur sítt uppiborna tilverugrundarlag.

Eins og  spurnartekin kunnu setast við aðrar almennar lønarbólkar og í hvønn mun, vit sum borgarar og skattgjaldarar fáa tilsvarandi nógv hægri, bæði tænastu og úrtøku, úr hægru lønunum.

Tí hægru lønirnar eru, sum oftast, ein fylgja av skattafíggjaðum longri útbúgvingum, sum borgarar ikki, kunnu fylgja við í.

Hinvegin síggja vit starvsfólkini á bleytu økjunum.

Ikki tí eg vil seta niður á hægri størv, men bert vísa á,  at vit sum borgarar eisini ynskja virðilig kor á dagstovnum, skúlum og eldraøkjum, har sum fólk, afturat útbúgvingum, geva so nógv av sær sjálvum, -  til børn, til veik og sjúk, og til eldri.

Tað tykist sum leivd úr undanfarnu tíðum, har arbeiðið hjá mammuni heima ikki varð lønt eins og hjá pápanum, men virt sum samstarv í familju og innanveggja.

Og at vit, aftaná at hetta er blivið til eina samfelagsuppgávu, halda umsorgan og tað, at geva av sær sjálvum, vera eina sjálvfylgju.

Tað er tað ikki, og tí skal hesin parturin virðast, dagførast lønarliga og fáa tær sømdir, sum hann so sanniliga hevur uppiborið, og vit, sum samfelag, hava fyri neyðini.

Bergun Kass

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo