Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fíggjarmálaráðið: Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, hevur í dag lagt uppskot fyri Løgtingið um at fremja eina skattaumskipan.

Aðalendamálið við umskipanini er, at inntøkuskatturin lækkar. Skattastigin hevur verið óbroyttur seinastu átta árini. Samstundis eru lønirnar hækkaðar. Hetta merkir økt skattatrýst á lønarinntøku, og at alsamt fleiri løntakarar rinda hægri skatt av síðst vunnu krónu.

Meira eftir um mánaðin
Við skattaumskipanini fer stóra fjøldin av miðalløntum at rinda lægri skatt av síðst vunnu krónu. Í dag rinda inntøkur yvir 330.000 krónur 25% í landsskatti. Hetta markið hækkar upp í 380.000 krónur komandi ár og 450.000 krónur í 2025. Tað fer at loysa seg betur at arbeiða fulla tíð ella taka eina eyka vakt, og tískil kunnu vit vænta eitt økt útboð av arbeiðsmegi.

Ein námsfrøðingur á endastigi fær 13.050 krónur í skattalætta um árið frá 2025. Eitt miðal húski, har annar makin forvinnur 300.000 og hin 500.000 krónur árliga, fer at hava 1.550 krónur meira eftir um mánaðin í 2025.

Skattalættin er fyrst og fremst ætlaður lág- og miðalløntum, og tí verða ovastu stigini á skattastiganum flutt niður. Í dag er ein inntøka á 800.000 krónur á hægsta skattastigi, sum er 30% í landsskattinum. Komandi tvey árini lækkar markið stigvíst soleiðis, at tað í 2025 er 600.000 krónur.

Broyta orkugjøld og serskipanir
Inntøkuskatturin lækkar tilsamans 100 mió. krónur í 2024 og 100 mió. krónur í 2025. Umskipanin verður fíggjað við broyting í orkugjøldum, og at nakrar serskipanir á arbeiðsmarknaðinum verða niðurlaðaðar.

Avgjøld á eitt nú tungolju, fýringsolju, bensin og diesel, sum hava verið óbroytt í nógv ár, verða hækkað, so tað í størri mun verður rindað eftir útláti. Broyttu gjøldini gera, at eitt miðal húski skal rinda um 200 kr. meira um mánaðin fyri orku.

Fiskimannafrádrátturin lækkar. Í dag er hann 14% av inntøku niðan fyri 470.000 krónur, men í 2024 verður loftið 400.000 krónur og í 2025 verður tað 300.000 krónur. Uttanlandsfrádrátturin verður avtikin yvir 5 ár og tað sama við samdøgursfrádráttinum. Skatting av altjóða sigling (FAS og DIS) verður óbroytt.

-Skattaumskipanin fer at lætta munandi um hjá lág- og miðalløntum, og flestu húski í landinum fáa gleði av lættanum. Umskipanin fer at økja arbeiðsútboðið í Føroyum og minka skeiklingina av arbeiðsmarknaðinum. Eisini skal hon eggja bæði vinnufyritøkum og húsarhaldum til kostnaðareffektivt grønt orkuskifti, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Les meira um skattaumskipanina her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo