Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Manglandi útboð av vørum og tænastum
Spurningar:
1. Hvat ætlar landsstýriskvinnan at gera við, at reglurnar um útboð ikki verða fylgdar?
Viðmerkingar:
Í rundskrivi nr. 9003 frá 1. juli 2019 staðfestir Fíggjarmálaráðið, at keyp av vørum og tænastum skulu bjóðast út alment, um keypið er størri enn 500 tús. kr.
Eisini keyp millum 50 tús. kr. og 500 tús. kr. skulu sum meginregla verða boðin út alment.
Hetta er fyri at tryggja, at besti prísur fæst fyri hesar vørur og tænastur, og soleiðis verður skattgjaldarans peningur best umsitin.
Tó vísir landsgrannskoðanin í síni árfrágreiðing fyri fíggjarárið 2022 (lm. nr. 54/2023), at stovnar undir landinum ikki altíð fylgja hesum reglunum, og ei heldur biðja um undantak, ið teir annars kunnu.
Manglandi útboð av vørum og tænastum kann hava við sær, at skattgjaldarans pengar ikki verða umsitnir á nóg góðan hátt, ið síðan elvir til hægri almennar útreiðslur enn neyðugt er.
Fyri at vita, um landsstýriskvinnan ætlar at tryggja, at reglurnar verða fylgdar frameftir, verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 15. februar 2023
Beinir Johannesen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo