Vestmanna bygdarráð hevur við aðru viðgerð samtykt fíggjarætlanina fyri 2025. Skattaprosentið lækkar við 0,25% stigum, frá 21,15% til 20,90%, og barnafrádrátturin hækkar við kr. 1.000, frá kr. 5.500 til kr. 6.500. Foreldragjaldið fyri dagstovnatilboðið – har foreldrini bert rinda fyri eitt barn – er óbroytt, somuleiðis millummálaskipanin við egnari køkshjálp á Dagstovnaøkinum.
Góðar 19,4 mill.kr. eru settar av til íløgur komandi ár.
Fíggjarliga støðan hjá Vestmanna kommunu er góð, og er tað alneyðugt nú stórar íløgur skulu gerast í Vestmanna Skúla. Fyrstu ferð í langa tíð hevur kommunan onga skuld, og svarar hvørjum sítt við verandi inntøkugrundarlagi.
Í fíggjarætlanini fyri 2025 roknar kommunan við einum fíggjarligum halli á góðar 8,6 mió.kr, sum stavar frá hesum íløgum:
-
Hølir til VÍF
-
Projektering av høvuðsumvæling av Vestmanna Skúla
-
Víðkan av kirkjugarðinum á Knúgvum
Allar ætlaðar verkætlanir verða fíggjaðar við tøkum peningi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo