Onnur viðgerð av fíggjarætlanini 2024 varð á bygdarráðsfundi í gjár. Fíggjarætlanin varð einmælt samtykt.
Skattaprosentið fyri 2024 lækkar frá 21,25 til 21,15, og barnafrádrátturin hækkar úr kr. 5000 til kr. 5.500. Stovnsgjaldið, har foreldrini bert rinda fyri eitt barn, er óbroytt.
Fyrst í næsta mánaða fer kommunan at kunna nærri um raðfestingarnar næsta ár, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo