Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Landsstýrið hevur gjørt av at seta í verk eina skattaumskipan, sum minkar inntøkuskattin. Tað skal loysa seg betur at arbeiða.

Tað er ein sannroynd at gerandisdagurin er blivin truplari fíggjarliga hjá føroyska húsarhaldinum og serliga láglønarbólkum, sum hava tað trupult at fáa endarnar at røkka.

Ógvuslig hækking síðani 2020 av rentustigi og kostnaði á gerandisvørum og øðrum tænastum, hevur viðført at mánaðarligu útreiðslurnar eru øktar útvið 10.000 kr hvønn mánað, hjá einari vanligari barnafamilju, sambært búskaparfrøðingi.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang,  nevndi ítøkiliga heilsuhjálparan, ið fór at fáa ein skattalætta, um hann fór at arbeiða meira. Heilsuhjálparar arbeiða í miðal ein arbeiðsbrøk á 0,7.

Miðalønin í Føroyum liggur um 30.000kr. Ein heilsuhjálpari hevur arbeitt í 12 ár fyri at koma uppá eina endaløn á 30.500 kr, 1. Jan í 2024, tá lønarlyftið gerst veruleiki. Og tá 90% av limunum arbeiða niðursetta tíð, í miðal 0.7, tá eitur lønin 21.350 kr og tá eitur skattalættin 117 kr um mánaðin  í 2024 og 213 kr í 2025.

Hjálparfólkini hava eina endaløn á 28.000 kr. 1. Jan í 2024. Og við einum brøki á 0,7, fær eitt hjálparfólk ein lætta á 96 kr um mánaðin í 2024 og 192 kr í 2025. Hesin sokallaði skattalættin fer at økja um útreiðslurnar ístaðinfyri. Tey lágløntu eru sostatt við til at fíggja skattalættan hjá miðal og háløntum, tí hesi fáa øktar útreiðslur av orkugjøldum, sum eru hægri enn skattalættin.

Eitt av endamálinum hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum er, at fáa fólk at arbeiða meir, serliga í  umsorganargeiran, har stórir rekrutteringstrupulleikar eru. Men hesin  skattalættin fer ikki at fáa fólk at taka fleiri vaktir, áðrenn hugt verður eftir tyngdini í arbeiðnum.

Samgongan ætlar at gera nakrar broytingar í MVG lógini, ið fer at lækka kostnaðin á gerandisvørum.

Uppskotið leggur upp til at gera tað bíligari at keypa mjólk, breyð, frukt og grønmeti. Heilsuhjálparafelagið skjýtur upp, at   MVG’ið á øllum gerandisvørum verður lækkað.

Í okkara annars ríka landi, er tað vorðið gerandisdagur at síggja neyðarróp frá fólki í ymsum bólkum á fb, ið spyrja um mat, hjálp til at rinda rokningar ella til at halda barnaføðingardagar.

Tað er blivin ein alt ov stór fjarstøða á teimum bonaðu gólvunum í Tinganesi, til tey lágløntu ið stríðast og strevast hvønn dag fyri at fáa mat í munnin og goldið hvørjum sítt.

Mary Antonsdóttir, forkvinna
Heilsuhjálparafelag Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo