Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Býráðið skal í dag taka støðu til, um skate- og parkourpark skal gerast.

Skate og parkour eru í dag tvær minni ítróttargreinar, sum mangla eitt stað at vera. Meðan nøkur børn og ung eru til meira skipaðan ítrótt sum bóltspæl, kappróður ella svimjing, so eru onnur, sum betur dáma tað meira óskipaða við skate og parkour.

Ein rampa var á Frælsinum, men hon varð tikin burtur í samband við Kampusverkætlanina á Frælsinum. 

Ung sóknast tí eftir einum frírúmi til skate og parkour. Tað vil Skatefelagið gjarna hava broytt og hevur tí heitt á Tórshavnar kommunu um at taka málið upp.

Tað hevur kommunan gjørt. Skateparkin hevur verið fyri í byggi- og býarskipanarnevndini, nentamálanevndini og fíggjarnevndini, og mælt verður til, at nýggja skate- og parkourparkin skal vera í økinum framman fyri FSF og niðara vøll í Gundadali saman við øðrum ítróttargreinum. 

Í dag skal býráðið so taka støðu til, um skateparkin skal gerast.

Býráðsfundurin byrjar kl. 16. 

Til ber at fylgja stroymingini av býráðsfundinum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo