Á Fólkaháskúlanum hvørt hálvár eru skapan og list í hásæti ígjøgnum hendurnar á teimum næmingum, sum hava meldað seg til hesi autentisku skeið, sum skúlin bjóðar bæði føroyingum og okkara grannum.
Núverðandi heystskeið var heldur onki undantak, og í farnu viku legði listamaðurin Eli Smith næmingunum lag á í at gera brotamyndir, bæði í lítlum og stórum formati. Hvør næmingur fekk nú ein part av einum litríkum ormi at prýða við gimsteinum úr allari verðini, og omaná gjørdu tey sær myndevni í formi av speglum og undirløgum.
Kendi teknarin Janus á Húsagarði var eisini mitt í rokanum, og fotomyndir síggast her av prosessini, sum jú er líka viktig sum úrslitið.
Tann tiltikna kosmopolitiska háskúla-slangan á garðinum uttanfyri bleyv avdúkað seinasta fríggjadag, og síðan feiraðu íslendingar, norðmenn og føroyingar hetta bragd við kakai, bollum og fløta, tosandi enskt, íslendskt, norskt og føroyskt hvørt um annað í røttum háskúlaanda.
(tekstur: Napoleon Smith)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo