BirkBloggur: Poddvarpið hjá Øssuri, Skannarin er komin afturíaftur, hesuferð við ískoytisheitinum 2.0 sum indikerar, at poddurin er staðin upp av nýggjum og á ein nýggjan hátt, hesuferð á miðlapallinum VP, men til innihalds og í formati er hann hin sami sum fyrr, eisini við Brynhild sum medverti. Longdin er knappur tími.
Eyðennislagið er nýtt og lagaligt, kanska í so lagaligt, men uppleggið er tað sama, ein kritisk innleiðsla, sum lærarar elska at siga, innleiðsla, í føroyska miðlalandslagið, altíð við einum tíðarbornum kritiskum broddi, sum tó í hesi fyrstu útgávu tyktist lagaligari og róligari enn fyrr.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo