Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-092/2022 eftir § 52 a í tingskipanini um skannaratilmæli, frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingsmanni

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at seta ein arbeiðsbólk at gera tilmæli í sambandi við stórfingnu gávuna, Tesla MR-skannaran, ið Klaksvíkar sjúkrahús hevur fingið?

2. Um ja, hvør verður settur í hendan arbeiðsbólkin, sum skal gera tilmælið. Frá hvørjum sjúkrahúsi og hvørji deild verða tey?

3. Ætlar landsstýrismaðurin at niðurlaga sergreinar/førleikar á Klaksvíkar sjúkrahúsi?

4. Ætlar landsstýrismaðurin at steðga fyri nýggjum sergreinum/førleikum á Klaksvíkar sjúkrahúsi?

5. Hvørjar møguleikar sær landsstýrismaðurin í nýggja skannaranum, og sær hon nakra framtíð fyri honum á Klaksvíkar sjúkrahúsi?

6. Hvør er munurin á at geva Landssjúkrahúsinum eina gávu og at geva Klaksvíkar sjúkrahúsi eina gávu?

Svar:
Til spurning 1 og 2

Sjúkrahúsleiðslan hevur sett ein arbeiðsbólk, sum skal gera eitt fakligt tilmæli til leiðsluna í Sjúkrahúsverkinum um skannaran, sum nakrir gevarar ætla at lata Klaksvíkar sjúkrahúsi. Tá ið leiðslan í Sjúkrahúsverkinum hevur viðgjørt tilmælið, verður tað sent landsstýriskvinnuni í heilsumálum. Eftir ætlan verður tilmælið handað innan tvær vikur – 25. mai 2023.

Varastjórarnir á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar sjúkrahúsi eru í arbeiðsbólkinum, saman við fakfólki innan medicoteknisk tól, radiologi, røntgen, medisinskar sjúkur og fíggjarviðurskifti.

Arbeiðsbólkurin leitar sær eisini vitan hjá øðrum viðkomandi fakfólkum fyri at svara arbeiðssetninginum. Eitt nú hevur bólkurin fingið íkast frá serlækna innan mammakirurgi, serlækna í urologi, serkønum uttanlands, sum arbeiða við MR-skanningum, umframt framleiðara av 3 Tesla MR-skannara.

Til spurning 3 og 4
Landsstýriskvinnan hevur ongar ætlanir um at niðurlaga sergreinar/førleikar ella at steðga fyri nýggjum sergreinum/førleikum á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Leiðslurnar á teimum trimum sjúkrahúsunum hava saman við øðrum ment eina yvirskipaða strategi, sum fram móti 2025 skal sameina Sjúkrahúsverkið. Hetta verður gjørt fyri at fáa eitt sameint og samskipa virksemi á teimum trimum sjúkrahúsunum til frama fyri sjúklingatrygd. Sett er út í kortið, at leiðslan hevur til uppgávu at menna samlaða virksemið í Sjúkrahúsverkinum og at tryggja, at tilfeingið verður gagnnýtt so skynsamt sum gjørligt á teimum trimum sjúkrahúsunum. Samstundis skal sjúkrahúsleiðslan í samráð við Heilsumálaráðið skipa eitt so greitt uppgávubýti, sum bæði fakliga og rakstrarliga er skynsamt.

Leiðslan í sjúkrahúsverkinum hevur skipað eina eind innanhýsis við starvsfólkum frá øllum trimum sjúkrahúsunum, ið hava viðkomandi førleikar at stuðla undir verksetingina av teimum strategisku málunum.

Til spurning 5
Arbeiðsbólkurin er í løtuni í ferð við at lýsa teir møguleikar nærri, sum eru við einum 3 Tesla MRskannara á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Eg kann tó stutt kunna um, at gevararnir hava boðað frá, at teir vilja lata ein 3 Tesla MR-skannara, sum er ein meira framkomin skannari, enn Sjúkrahúsverkið hevur í løtuni.

Alment eru nøkur av høvuðsøkjunum nevnd, sum hesin skannarin er serliga góður til, so sum arvaligan bróstkrabba, umframt at diagnostisera prostatakrabba. Somuleiðis er eitt av tilmælinum í Krabbameinsætlanini frá 2022, at nýggjur skannari við hesari tøkni verður útvegaður skjótast gjørligt.

Til spurning 6
Tað er ongin munur á at geva Landssjúkrahúsinum eina gávu og at geva Klaksvíkar sjúkrahúsi eina gávu, tí reglurnar fyri at taka ímóti gávum eru eins í øllum Sjúkrahúsverkinum og á øllum stovnum landsins.

Tá ið talan er um gávur av hesum slag, eigur málið at vera upplýst og síðani viðgjørt.

Heilsumálaráðið hevur biðið um, at málið verður upplýst, fyri at ráðið kann viðgera málið millum annað samsvarandi roknskaparvegleiðing um fremmanda fígging, har tað stendur at:

“Meginregluliga kann almennur stovnur ikki átaka sær uppgávur/skyldur, sum verða fíggjaðar uttanífrá, uttan so er, at tann játtandi myndugleikin, t.e. løgtingið, er "vitandi" um hetta. Tí skulu tær útreiðslur og inntøkur, ið standast av virksemi, sum verður fíggjað aðrastaðni, eisini verða tiknar við á fíggjarlógina og í játtanarroknskapin”.

Landsstýriskvinnan fer at taka støðu í málinum um, hvat víðari skal henda, tá ið málið er upplýst og viðgjørt og aftur lagt fyri hana.

Heilsumálaráðið, 17. mai 2023
Margit Stórá
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo