Í fjør leigaði Høgni Mohr, rithøvundur, eitt hús í Tjørnuvík, so hann fekk frið at skriva sína nýggju skaldsøgu lidna, og gjørdi Rógvi Rasmussen, freelance fotografur, nakrar upptøkur og samrøður við hann um bókina.
Upptøkurnar hava ligið í eitt ár, men nú hevur sendingin Lyst í Kringvarpinum sett saman hæddarpunkt úr upptøkunum og samrøðunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo