Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sambært fíggingarleistinum fyri Suðuroyartunnilin, ið varð almannakunngjørdur á tíðindafundi tann 8. november, verður roknað við 80 mió. krónum árliga í bummpengum frá teimum, sum fara at koyra gjøgnum Suðuroyartunnilin. Eisini verður sagt, at vanligir persónbilar skulu gjalda 125 krónur hvønn vegin fyri at koyra gjøgnum Suðuroyartunnilin.

Roknast kann við, at flestu bilar, sum fara at koyra gjøgnum Suðuroyartunnilin, skulu eisini gjøgnum Sandoyartunnilin, har gjaldið er 75 krónur hvønn vegin. Tað merkir, at ein bilur sum skal koyra millum Suðuroynna og Havnina skal rinda 400 krónur í bummgjaldi aftur og fram í nútíðar prísum.

Eg havi alla tíðina roknað við, at Suðuroyartunnilin fór ikki at verða fíggjaður við bummgjaldi, tí størsti parturin av ferðsluni skal eisini gjøgnum Sandoyartunnilin. 400 krónur aftur og fram er eitt alt ov høgt gjald fyri at koyra millum Suðuroynna og Havnina. Seinastu tíðina havi eg tó hoyrt, at ætlanin er, at bilar sum koyra gjøgnum Suðuroyartunnilin og Sandoyartunnilin, skulu rinda til Suðuroyartunnilin, men skulu so afturfyri sleppa ókeypis gjøgnum Sandoyartunnilin. Avbjóðingin við tí er, at Sandoyartunnilin er peningaliga knýttur saman við Eysturoyartunlinum. Tað vil siga, at tað verða Sandoyar- og Eysturoyartunnilin sum fara at missa inntøku, um bilar úr Suðuroynni skulu koyra ókeypis gjøgnum Sandoyartunnilin. Tað merkir so aftur, at tey sum rinda bummgjald í hesum báðum tunlunum, rinda í roynd og veru til ein annan tunnil.

Ein fløkja
Tunnilsgjøldini eru við at blíva ein fløkja. Tað var ein greið avtala, tá Vágatunnilin og Norðoyatunnilin vórðu gjørdir, at íløgurnar skuldu rindast aftur við bummgjaldi. Um tað ikki var, so vóru teir tunlarnir ongantíð gjørdir.

Tað var eisini ein greið avtala, tá Eysturoyartunnilin varð gjørdur, at bummgjaldið frá honum eisini skuldi brúkast til Sandoyartunnilin. Um tað ikki var, so var hvørgin tunnilin gjørdur.

Men nú er tað blivið vanlig hugsan, at tunlar undir sjónum skulu fíggjast við bummgjaldi, meðan alt sum er omanfyri vatnskorpuna skal fíggjast við skattakrónum. Og tá so pengar mangla til eina íløgu undir sjónum, so verða farið til aðrar tunlar, sum eisini eru undir sjónum, eftir pengum. Eisini sær út til at vera trupult at steðga gjaldinum aftur, tá tunlarnir eru útgoldnir.

Eg haldi at tíðin er komin, har vit endurskoða alt hetta økið. Nær skulu vit rinda bummgjald og nær skulu vit ikki rinda bummgjald? Tað kann ikki vera so, at spurningurin um tunnilin er undir sjónum ella omanfyri er avgerandi fyri, hvussu hann verður fíggjaður.  

Lat meg tó undirstrika, at eg tosi ikki um at strika avtalurnar, sum longu eru gjørdar. Men íløgur í framtíðini mugu hava ein nógv greiðari leist.

Á tingfundinum mikudagin fari eg at seta løgmanni ein munnligan fyrispurning um hetta.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo