Ikki øll eru samd við Føroya Lærarafelag, sum í hoyringarskrivi mælir til at útseta týskt sum møguligt upptøkukrav á ávísum breytum á miðnámi, til málið er nærri greinað.
Í bólkinum Fremmandamál í skúlaverkinum á Facebook hava 125 fólk higartil lagt sítt navn til viðmerkingina hjá Mariu Heradóttir til Lærarafelagið.
Hon grundgevur fyri, at avgerðin um týskt sum upptøkukrav er væl grundað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo