Einaferð sungu vit: "Mikil gangur, róp og skrálan" Ritan var sokkin!
Í dag er roynd gjørd av andstøðuni á Løgtingi, at seta kílar inn í samgonguna.
Sum eg havi skilt, uttan at seta meg nærri inn í málið, so skulu tvímammur hava sama rætt til fíggjarligar "fyrimunir" sum mamma og pápi! Í skattaskipanini!
Í míni tíð higartil, so havi eg kent fleiri fólk, sum eru fongd av homoseksualiteti, men tað hevur ongantíð nervað mítt samskifti við hesi í gerandisdegnum.
Einaferð setti eg mær fyri at lesa bíbliuna úr enda í annan, og harvið fáa eitt betri innlit um mína støðu í mun til orð guds, men beinanveg í mósebókunum var so nógv um seksualitet, at eg gavst!
Men hvat gera vit meðni við málið á Tingi í dag?
Miðflokkurin hevur, eins og oftað áður hjá øðrum, fingið sett í samgonguskjalið, at samgongan skal vera samd um møguliga góðkenning av málum frá minnilutanum.
Men henda góðkenning kann ikki vera bindandi, ímóti at virða demokratiið/fólkaræði!
Tá málið kom til viðgerðar í Løgtinginum, atkvøddu tveir tinglimir í samgonguni fyri tí, og so varð "rumbul á Dalatingi". Málið varð í fyrstu syftu samtykt. Og "nu står landet i våde"!
Eg kenni á mær, at Johan Dahl ynskir at ørkimla sín egna flokk eins og Edmund, meðan Annika er í stríð við sína egnu samvitsku, hóast innanhýsis loyalitet.
Sjálvur meti eg, at bíbilsk viðurskifti verða menniskjansliga avgjørd í kirkjum og samkomum, meðan poliisk viðurskifti verða avgjørd á Føroya Løgtingi.
Vit eiga altíð at hugsa um, hvussu stríðið fyri fólkaræði hevur tyngt menniskju, og so hyggja eftir, hvussu tyngjandi væntandi rættindi eru í londum runt okkum!
Eyðun Mohr Viderø
16.12.21
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo