Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Ein sosialistiskur agitator hjá KvF legði í fleiri sendingum í farnu viku Bakkafrost undir illgruna fyri at vilja ávirka skúlatilfar frá Námi!

Alirisin tykist annars at hava stuðlað Námi figgjarliga fyri at fortelja okkara skúlaungdómi, hvussu føroyski búskapurin og samfelagið eru innrættað.

Eitt vinnuligt innlit í føroyskt frálærutilfar man treingja til. Tað ljóðar, at dastið av ungdóminum í ‘Glæstri’ í Marknagili fyri 900 mió kr stuðlar teimum sosialistisku flokkunum á løgtingi.

Tað er løgið, tí næmingar á í hvussu er handilsskúladeildini skuldu vita, at tað er kapitalisma og ikki sosialisma, sum tryggjar Føroyum okkara skýhøga livistøðið og vælferð sammett við onnur 150 av heimsins ørmundarbølum.

Marxistiski ‘missionerurin’ í Sortudíki er býtt og frek, um hon tekur sum sjálvsagt, at Bakkafrost og vinnulívið yvirhøvur skulu játta pening til slíkt sum gransking og frálærutilfar hjá Námi, men at sosialistiskir bókahøvundar skulu nokta, at vinnulig sjónarmið verða útihýst úr føroyskum lærubókum.

Nakrir føroyskir lærarar og eitt dism av lesandi máttu skilt tann risa týdning, ið uppsjóvar- og alivinnan hava, serliga, í hesum døgum, nú botnfiskaflotin bara anir og veiðir næstan líka lítið sum í djúpastu kreppuni í 1990-unum?

Alivinnan hevur nú 2.000 fólk í arbeiði og rindar milliardir í lønum.

Alivinnan framleiðir nærum 60% av Føroya útflutningsvirði. Eftir at uppsjóvar- og alivinnan komu fyri seg í 2010-unum, er Føroya útflutningsvirði økt úr 4,5 mia kr upp í 9,5 mia kr í ár og BTÚ næstan tvífaldað upp í 22 mia kr.

Fingu tit bæst Bakkafrost og alivinnuni, so máttu 20.000 føroyingar flýggja úr Føroyum. Tað hevði verið størri búskaparskrædl enn vanlukkan 1992-1998.

Hvat billar henda sosialistiska mjúkmælta ‘agitatøsan’ í KvF sær inn at vilja forða landsins vinnulívi at eiga lut í føroyskum frálærutilfari í teimum skúlan, ið vinnan fíggjar 100%?

Sama, um sosialistinum í KvF vantar vit heldur enn hevur ringa muru, so eigur hon einki pláss í alment fíggjaða KvF fyri at niðurgera eina lívsneyðuga fyritøku sum Bakkafrost,

1. ið hevur yvir 1.000 starvsfólk,

2. ger íløgur fyri 5.000 mió (5 mia) kr hesi 5 árini í nýggjan útbúnað, virki og smoltstøðir kring alt landið úr Dølum á Viðareiði til Ónavík í Lopra,

3. byggir nýggja lívfiskastøð fyri 300 mió kr í Skálavík,

4. hevur keypt skotskt alivirki fyri 5 mia kr og økt føroyskt landsvirði,

5. eigur og rekur okkara risa mjøl-, lýsi- og fóðurverksmiðju, Havsbrún,

6. hevur nú sjálvkravt gjørt eitt umhvørvisvinaligt gassbioverk fyri 100-tals mió kr til øll tøð frá landbúnaðinum og avskurð frá 1000-tals tonsum av alifiski,

7. rindar lands- og kommunukøssum 100-tals mió kr hvønn mánað í skattum og avgjøldum, og

8. stuðlar Fróðskaparsetri og føroyskari gransking við millióna upphæddum.

Ingolf S. Olsen, sum skinklar ímillum ein varastól hjá Tjóðveldi á løgtingi og eina miseydnaða ‘journo’-starvsleið í KvF, má hava ringa muru.

Ingolf livdi av at fiska við skipum hjá Varðanum, sum hann síðan royndi at ræna við avgjøldum á tingi saman við ‘tjóðartøku-Hoydal’ farna valskeið.

Ingolf hevur eisini í miðlunum pínt Bakkafrost, ið hevur hildið uppi fyrra heimstaði hansara við Skálafjørðin (nýliga 1 mia kr í íløgum) eins og restini av Føroyum, síðan hann sjálvur flutti í Vágar at búgva.

Ingolf torir ikki at brúka líka ljótan gák um Hiddenfjord, og tað er ljótt at dríta í egið reiður og bíta hendurnar, ið føða teg sum okkum øll onnur.

Ingolf. Sjálvsagt ‘dálkar’ alt virksemi umhvørvið, sum vit menniskju búgva og virka í. Men roknskapurin hjá Bakkafrost og alivinnuni annars vísir eitt veldugt pluss á teirra CO2 ‘roknskapum’, har matframleiðslan í virði liggur ljósár oman fyri ‘útlátið.’

Øll avlúsing er eisini uttan kemisk evni.

Vit mugu øll standa saman um føroyskt vinnulív, sum eigur lívið í okkum øllum.

Uttan alivinnuna høvdu øll almenn starvsfólk (eisini lærarar) bert fingið hálva løn, eingin lesandi fingið studning, og Nám fekk ongan fíggjarstuðul frá Løgtinginum til at útgivið nakra bók.

Verið góð við alivinnuna. Uttan hana, ongar Føroyar.

So einfalt er tað.               

Óli Breckmann 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo