Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nakrar viðmerkingar til málið um ‘alt í land’. Hetta er ikki einasti hátturin tað almenna roynir at blanda seg uppí, hvussu fiskivinnan skal skipast. Heldur er hetta bert tað seinasta tiltakið í eini røð av tiltøkum, sum ikki eru til gagns fyri vinnuna og harvið búskapin, tí oftast eru tílíkar uppí blandingar ikki av tí góða sæð frá einum búskaparligum sjónarmiði.
 
Hvat skal regulerast, og hví? 
Fiskastovnarnir kring Føroyar eru lívfrøðiliga avmarkaðir. Tað merkir, at við fríum fiskiskapi er skjótt, at stovnarnir verða ovfiskaðir og náttúruvirði forsvinnur. Tí er neyðugt at avmarka, hvussu nógv kann fiskast, so at stovnarnir kunnu geva størst varandi úrtøku til føroyska samfelagið.

Í flestu fiskiskapum kring heimin verður veiðan avmarkað við kvotum, men í botnfiskinum rundan um Føroyar verður veiðan avmarkað við fiskidøgum. Veiðan verður sostatt ikki beinleiðis avmarkað, men óbeinleiðis, við at siga, hvussu nógvar dagar hvør bátur ella skip sleppur at fiska. Hendan avmarking hevur sambært Havstovuni ikki rigga, tí vit fiska nógv meira enn tað, sum er lívfrøðiliga ráðiligt.

Búskaparliga gevur fiskidagaskipanin heldur ikki meining, tí óbeinleiðis reguleringin hevur við sær, at neyðugt er við fleiri reglum og karmum um fiskiorkuna, sum hvør fiskidagur hevur, so at man nøkulunda kann regulera tað, sum upprunaliga var meiningin.

Dagar verða lutaðir út til skipabólkar. Fyri hvønn skipabólk eru tað síðani tekniskar reglur fyri stødd og maskinorku, sum skulu forða fyri, at veiðutrýstið ikki økist av størri og effektivari fiskiførum. Avleiðingin er ein stirvin skipan, sum forðar vinnuligari tillaging og fastheldur ein skeiklaðan og óeffektivan vinnubygnað.

Heldur skuldi almennu Føroyar bert regulera veiðuna, so kann vinnan finna útav restini. Hvørji skip tey vilja brúka, um tey vilja virka umborð osfr. Tó er neyðugt at hava avmarkingar fyri útblaking og onkrar tekniskar reguleringar (t.d. meskavídd).
 
Nýggja ásetingin og almenn vinnumenning í fiskivinnuni 
At politiska skipanin velur sær vakstrarøki og roynir at fremja ávísa vinnumenning er vælkent. Men kanska neyvstýringin av fiskivinnuni er meira eyðsæð, tí tað er líkasum blivið normurin til at fremja alt møguligt annað enn røkt av okkara felags fæi. Úr rúgvuni av tiltøkum, sum í meir ella minni mun eru galdandi fyri føroysk fiskifør kunnu nevnast:

- Brúkskylda av veiðirættindum (tí tað áleggur brúk, sjálvt um tað ikki loysir seg)

- Skylda at taka alt í land (her skal tað, sum hevur kommersielt virði takast við, ikki tað, sum ikki hevur kommersielt virði t.d. innvølir)

- Forboð móti at virka umborð (tí tað frátekur møguleikan at effektivisera arbeiði)

- Skylda at selja á uppboðið (tí tað mótvirkar vertikalari integrering)

- Forboð móti landingum uttanlands (tí tað minkar um kappingingina og møguleikar)

- Stongdar leiðir (ikki hava forboð at fiska á eini leið, tí tað er ov effektivt fiskarí har, men tað kunnu vera aðrar orsøkir til at steingja leiðir)

Helst eru flestu av ásetingunum gjørdar í bestu meining, men tær eru ikki grundaðar í búskaparligari vitan.

Orsøkin til, at tað ber til, er at eigarin av tilfeinginum (Føroya fólk) – ikki fær tað fyri tilfeingi, sum tað er vert.

Um man effektivt klárar at regulera, hvussu nógv verður tikið út stovninum, vil marknaðurin sjálvur finna út av, hvat gevur meining og hvat ikki ger. Tí geva hesar ásetingar ikki meining, tí tær eru ein beinleiðis forðing fyri fríu marknaðarkreftunum.

Fyri málið um ‘alt í land’ er helst talan um tað búskaparligu misskiljing, at virðisøking kemur av at gera so nógv sum gjørligt við tilfeingið. Men tá verður hædd ikki tikið fyri beinleiðis og óbeinleiðis offurkostnaðinum, sum er av hesi framleiðslu.

Fyri at tað skal bera til at taka tilfeingið í land skal brúkast arbeiðsmegi og kapitalur. Hendan arbeiðsmegin og kapitalur kundi gjørt meira gagn aðrastaðni í búskapinum um vit lurta eftir marknaðarmekanismuni. Í mun til nýggju ásetingina, hevur tað ein kostnað fyri skipini at føra alt til lands, og til at taka ímóti krevst bæði fólk og kapitalur.

Undir vanligum umstøðum loysir marknaðurin hetta fyri okkum, men við at seta krav um ávísa framleiðslu, skeiklar tað allan kapitalbygnaðin, har sum skip, sum annars eru væl brúkilig skjótt kunnu gerast óbrúkilig orsaka av vinnupolitiskum uppíblandi.

Eisini skulu nú finnast fólk til hetta arbeiði og mugu tey takast frá øðrum arbeiði og økir tað bert um generella kostnaðarstøðið.

Tað kunnu gott vera argumentir fyri at fáa alt í land, og er tað ikki skeivt at byrja at granska ella útbúgva fólk á hesum økinum eisini fyri almennar pengar, men tað er tann vegin byrjast skal.

Niðurstøða 
Í stuttum kann man siga, at í vanligari vinnu klára politikarar ofta at halda seg burtur frá detailstýring, men í fiskivinnu vilja politikarar spæla vinnulív fyri almennar pengar, meðan so at siga eingin skilagóð regulering er av heimligu fiskastovnunum.

Hetta viðførir, at vit brúka ov nógv skip og ov nógv fólk at fiska fáu fiskarnir, sum eru eftir.

Taparin er - enn sum áður - Føroya fólk.

Hans Ellefsen
Búskaparfrøðingur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo