Tað liggur Erlingi Eidesgaard tungt á hjarta, at fólk tosa hampiliga.
Í 2018 meldaði hann Óla Breckmann til løgregluna, tí Óli hevði kallað norðurkoreanska leiðaran Kim Jong-un fyri eitt “skeivoygt sosialistiskt knetti”.
Endin var tó, at Óli ikki varð dømdur.
Men Erling heldur framvegis sømiligan málburð hava týdning.
Í gjár segði hann við D&V, at hann ikki hevði ætlað at kallað fólkatingsumboðini pedofil.
Hann ætlaði bara at kalla tey barnalokkarar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo