Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg settist at skriva hesar reglur, tá fólkið kærdi sína neyð, nú sjúkrabilurin skuldi takast frá okkum.

Tá eg kom til arbeiðis í gjáramorgunin, spurdi fíggjarleiðarin meg, hevur tú skrivað nakað um sjúkraflutningin!

Eg segði “nei”.

Men hetta var ikki sannheit.

Eg hugsaði “tú er áveg út ígjøgnum hurðina, so tú skal tiga”. Men tað kann eg ikki!

Læknamiðstøðin á Sandi
Vit borgarstjórar vóru uppsettir, at fáa læknaviðurskiftini í eina góða legu.

Fundur
Vit bóðu um fund við Kaj Leo Holm Johannesen

Vit høvdu ein góðan fund, landsstýrismaðurin segði, at læknaviðurskiftini skuldu ikki blíva verri í Sandoynni eftir tunnilin.

Men hetta bleiv ikki so.

Stjórnarskifti, nýggj landsstýriskvinna. Vit fóru tveir borgarstjórar á fund við Margit Stórá, landsstýriskvinnu, hetta var ein fundur fyri allar borgarstjórarnar í Føroyum, eg sjávur og Heri Sverrason vóru. Eg helt, at lítið og einki kom burturúr.

Vit bjóðaðu landsstýriskvinnuni til Sands á fund. Jú, hon tók av og kom.

Vit byrjaðu fundin í hølunum hjá Sands Kommunu, vit vóru allir borgarstjórarnir og tveir læknar møttir. Har fingu vit so føgur orð, at vit vórðu forfard. Lækna, sjúkrasystir, skrivara og aðrar fasilitetir, so vit vóru vísir í, at vit máttu byggja út.

Men vit hoyrdu einki aftur
Vit borgarstjórarnir vórðu aftur um fund við Margit Stórá landsstýriskvinnu, vór vóru teir somu, Heri, Gerhard, Linjohn, Jákup Martin og Poul Osmund.

Men nú varð tónin broyttir
Margit var hamskift, nú kundu vit einki fáa. Fýra størv hjá lækna vóruð skorin niður til eitt. Leiknin skuldi verða til arbeiðis ímillum 9-16 yrkadagar. Eingin avloysaraskipan.

Síðan stakk hon nøsina í viðurskifti, hon einki hevur við at gera – ein sera vánaligur fundur, sum eg ikki tími at koma inn á.

Sjúkrabilurin – aftur eitt høgg eftir Sandoyar Sýslu.

Tað er ikki meira enn hálvtannað ár síðan at borgarstjóranir fingu at vita, at ein sjúkrabilur afturat mátti í Sandoynna, hesin skuldi stationerast uttanfyri Læknamiðstøðina á Sandi. Spurt varð, um kommunurnar kundi gjalda streymin, so bilurin altíð var klárur, sjálvandi vildu kommunurnar tað.

Nú fer sjúkrahússtjórin út, sum ein onnur hetja, og sigur, at hetta dreygar seg ikki um pengar – men kanska prinsipp, tí bara ein bilur er tøkur á LS.

Síðan fortelja professarirnir hvusus leingi, tað er at koyra úr Tórshavn til Sandoynna.

Teir gomlu plagdu at siga, at fáur lýgur meir enn helvtina, jú, tað klárar leiðslan á LS.

Tit tveittu ein staba av fólki til hús, sum Friðfinn hevði lært upp.

Hví gjørdu tit tað, tá tit ikki spara pengar, mangla tit ein sjúkrabil, selji so einar tríggjar spælibilar, so gongur tað væl.

Takið tykkum saman, tit koma ongantíð í hálvan skógv av teimum her í oynni, tí tey eru í oynni til allar tíðir og rykkja út beinanvegin. Hervið er tað bæði skjót og góð hjálp.

Læknarnir vóru í oynni, har var nokk at gera.

Øll trý heimini, depilin og stórur partur av íbúgvunum er eldri fólk.

Fólk í miðstaðarøkinum hava ikki øll fastan lækna, so tað kundi verið so líkatil, at Sandoyar Læknadømi kundi bjarga hesum.

Hvat læknanum og sjúkraflutningi viðvíkur, hava til skotið Sandoyar Sýslu 150 ár aftur í tíðina!

Hvat hava tit samvirka til tað

Tit seta menniskjalív í vága.

Eg meini tað.

Gerhard Lognberg
Borgarstjóri og fyrrverandi løgtingslimur
Skopun

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo