Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sjóvinnustýrið: Føroyar eru vorðnar limur í IALA felagsskapinum, sum stendur fyri International Association of Marine Aids to Navigation and Lighthouse Autorities.

Tá Føroyar yvirtóku málsøkið Vitaverk og sjóuppmáting tann 1. juni 2024, søkti Sjóvinnustýrið beinanvegin um limaskap í IALA. Játtandi svar er komið, og Føroyar hava nú fullan limaskap í IALA, sum telur 93 limir.

Limaskapur í IALA hevur fleiri fyrimunir við sær. Vit fáa m.a. atgongd til ein umfatandi grunn av skjølum og leiðbeiningum, sum eru sera týdningarmikil í arbeiðinum at umsita vitar og sjóuppmerking á besta hátt. Eisini eru skeið og førleikamenning til limirnar.

Hartil fáa vit møguleika at luttaka á ráðstevnum og øðrum tiltøkum sum geva atgongd til eitt stórt fakligt netverk kring allan heimin. Hetta gevur møguleika fyri vitanardeiling og samstarvi tvørtur um lond og felagsskapir.

Umframt hetta hava limir møguleika og skyldu at luttaka í arbeiðsbólkum og nevndum, sum tilevna nýggjar standardar og leiðbeiningar. Ikki minst, fáa vit eisini atgongd til tekniska tænastuveiting og ráðgeving, sum kann vera við til at loysa serligar avbjóðingar innan virkisøkið.

Tað fylgja eisini treytir við limaskapinum. Føroyar binda seg til at brúka, seta í verk og liva upp til standardar, leiðbeiningar og tilráðingar frá IALA. Og væntað verður, at limalondini í verki fremja missiónina hjá IALA um at tryggja, at maritimu navigatiónshjálpartólini eru trygg, effektiv og umhvørvisliga burðardygg. Hetta hóskar væl saman við visiónini hjá Sjóvinnustýrinum, sum eisini snýr seg um trygd og umhvørvi.

Samanumtikið ger limaskapur í einum altjóða viðurkendum felagsskapi sum IALA  Føroyar sjónligar, og trúvirði okkara í altjóða maritima geiranum gerst størri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo