Vága Fólkafloksfelag mótmælir, at samgongan hevur steðgað byggingini av bygningi til Sjóvinnustýrið í Vágum.
Tá Skipaeftirlitið var yvirtikið um aldarskiftið, var tað táverandi fiskimálaráðharrin, Jørgen Niclasen, sum avgjørdi at leggja stovnin í Vágum.
Her hevur hann verið líka til sitandi samgonga tók við.
Poul Michelsen tók avgerð um at flyta stovnin til Havnar, tí sambært honum var eingin bygningur í Vágum brúkligur til at hýsa hesi skrivstovu.
Ótrúligt.
Men landsstýrið lovaði samstundis beinanvegin at byggja nýggjan bygning í Vágum, tí her skuldi stovnurin liggja.
Nú hevur pípan longu fingið annað ljóð.
Byggivirksemi hjá landinum skal tálmast og einasta offrið er bygningur til Sjóvinnustýrið í Vágum.
Alt annað alment byggivirksemið koyrur full speed.
Hetta luktar og vilja vit í Vága Fólkafloksfelag harðliga mótmæla hesi avgerð hjá samgonguni.
Vónandi kann Løgtingið koma á aðrar tankar, áðrenn fíggjarlógin verður samtykt.
Eggaba Andreasen,
formaður í Vága Fólkafloksfelag
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo