Sjóvinnuforum verður tann 9. mai á Vinnuháskúlanum í Havn.
Tiltakið varð hildin fyrstu ferð í mai 2018, og dagurin heppnaðist so mikið væl, at hann nú verður endurtikin.
Endamálið er at savna sjófólk í eitt forum, har aktuel mál innan sjóvinnuna, verða umrødd.
Dagurin verður skipaður á sama hátt sum í fjør, har luttakandi feløgini greiða frá viðkomandi viðurskiftum innan sjólívið, umframt aðrir fyrilestrar við tilsvarandi evnum.
Fyrireikarar av Sjóvinnuforum eru Skipara- og Navigatørfelagið, Makimeistarafelagið, Føroya Fiskimannafelag og Sjóvinnustýri/FAS, og í ár er Føroya Fiskimannafelag eisini partur av tiltakinum.
Skráin er í stoypiskeiðini, men vit kunnu nevna, at trygd á sjónum kemur at fylla nakað av skránni.
Fleiri enn 100 fólk við tilknýti til sjólívið vóru til Sjóvinnuforum í 2018.
Meira kann lesast á www.facebook.com/events/226807831406675/
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo