Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Endamálið er at savna sjófólk, har viðkomandi mál innan sjóvinnuna verða umrødd.

Nógvir møguleikar og eisini forðingar fyri sjófólk í dag. Sera stórur tørvur er hjá sjófólki at dagførast og at blíva kunnað um ymisk viðurskifti, millum annað digitalisering av vinnubrøvum, trygd og førleikamenning.

Til dømis hava fleiri sjófólk trupuleikar at fylgja við altjóða reglum, og fleiri dømir eru um, at føroysk sjófólk ikki fáa mynstrað.

Sjóvinnustýrið hevur sett í verk digitalisering av millum annað vinnubrøvum og mynstring. Um eitt skjal verður skeivt útfylt, kann hetta fáa fylgjur fyri sjómannin. Tí ræður um at fylla skjølini rætt beinanvegin.

Millum annað verður grundiga umrøtt á degnum.

Á degnum luttaka  Maskinmeistarafelagið, Sjóvinnustýri, Føroya Skipara- og Navigatørfelag,  LÍV og Vinnuháskúlin sum innan sítt øki greiða frá viðkomandi evnum fyri sjófólkið. Lagt verður upp til kjak og spurningar til hvørt innlegg. 

Tiltakið er alment og ókeypis, men tilmelding er neyðug. Melda til við at senda teldupost á fsn@fsn.fo ella á mf(at)mf.fo

Skráin:
10.00 Vælkomin - Annfinnur Garðalíð 
10.05 Tað er eisini ein dagur ímorgin Ólavur Gunnarsson - formaður í Maskinmeistarafelagnum
11.00 Talgildi gerandisdagurin – títt samskifti við Sjóvinnustýrið Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum
12.00 Døgurðasteðgur
13.00 Ábyrgd og skyldur skiparans Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag
14.00 Maritimar útbúgvingar Wilhelm Petersen, stjóri í Vinnuháskúlanum 
14.40 Trygging og pensjónsnýskipan, Dan Joensen Tryggingarráðgevi, LÍV 
15.00 Endi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo