Sjóvar Kommuna hevur nú ásett nýggjan, almennan skipanarfund at vera týsdagin klokkan 8 á morgni.
Ein skipanarfundur hevur long verið, men hann var fyri afturlætnum hurðum, og tað skuldi hann ikki havt verið, hevur bygdarráðið fingið at vita frá landsmyndugleikunum.
Ein bygdarráðslimur, Noomi K. Rasmussen, gjørdi vart við hetta í lesarabrævi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo