Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Hósdagin 31. mars verður Vinnuforum í Kongshøll, har sjóneykan verður sett á grøna umlegging, ið slóðar fyri nýhugsan.

Ein av fyrilestrahaldarnum til tiltakið er Jens Brandt Bering, veitingarstjóri í fyritøkuni Niras. Jens er útbúgvin verkfrøðingur í umhvørvistøkni, og hevur starvast hjá Niras síðan 2010. Veitingarøkið fevnir um uml. 350 verkfrøðingar og tøkniligir serfrøðingar innan, orku, vatn og burturkast. Veitingarøkið hevur deildir í Svøríki, Noregi og Danmark.

Jens fer at greiða frá, hvussu fiskivinnan kann fyrireika seg til grønu umleggingina. Í nærmastu framtíð kann kolevnisslóð gerast eitt avgerandi kappingarparametur fyri allar íðnaðarvørur, eisini fisk, og skulu vit megna at varðveita kappingarførleikan, má fiskivinnan, sum aðrar vinnur, ígjøgnum eina grøna umlegging. Ein tíðandi partur av hesi umlegging snýr seg um at skifta núverandi lívrunnin brennievnir út við grønari brennievnir. Jens fer í síni framløgu, at lýsa ítøkiligir møguleikar at nýta PtX-tøkni í Føroyum.

Tað eru Tórshavnar kommuna og Hugskotið sum skipa fyri vinnutiltakinum Vinnuforum, har lagt verður upp til ein spennandi seinnapart, har vinnan og kommunan fáa høvi at hittast til netverkan og íblástur.

Tiltakið, sum verður hósdagin 31. mars frá 13:30 til 16:00, er ókeypis. Tó er neyðugt at melda til tiltakið her: https://hugskotid.fo/skrseting-til-vinnuforum-2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo