Landsstevnan var fyrstu ferð í 1957 og hevur verið øll árini síðani, burtursæð frá tveimum árum vegna koronu.
Á stevnuni verður millum annað tosað um arbeiðið hjá sjómanskvinnuringunum, millum sjófólkið og á Ørkini í Reykjavík. Á skránni verða eisini talur, samtalur, felagssangur, kórsangur, duett, áhugatími, gudstænasta, burturluting og hugni. Sjómenn koma at gera góðan mat og tæna við borðini.
Hóast stevnan er fyri sjómanskvinnuringarnar, eru allar kvinnur, sum eru áhugaðar í arbeiðinum, vælkomnar á stevnu.
Tilmeldingarfreistin er mikudagin 10. apríl, hjá staðbundnu forkvinnuni, HM-skrivstovuni tel. 470000 ella á tel. 229024.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo