Sjómansmissiónin: Týskvøldið 4. oktobur kl. 19.30, savnast sjómanskvinnuringarnir í Vágum, Streymoy, Eysturoy og í Norðoyggjum í Leguhúsinum í Nesvík.
Tað er altíð hugaligt og spennandi tá fleiri ringar hittast um felags arbeiði.
Á skránni verður felagssangur, Argjakórið fer at syngja og Símun P. Jacobsen hevvur andakt.
Síðani fer Frants Jensen og greiða frá føroyskari sjómansmissión í Íslandi gjøgnum 100 ár og Torleif Johannesen fer at greiða frá nýggju bókini: “Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar”.
Høvið verður at keypa bókina og at geva eina gávu til Sjómansmissiónina.
Aftaná verður drekka og hugni.
Øll eru vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo